Tað kemur helst illa við hjá Víkingi, at Finnur Justinussen ikki enn er tøkur, tí hann er leikarin hjá Víkingi, ið oftast skorar móti KÍ.
Víkingur hevur framvegis munin samanlagt í uppgerðunum í Klaksvík, hóast KÍ í seinastu uppgerðunum hevur staðið seg betri. Finnur Justinussen er toppskjútti samanlagt í hesum uppgerðunum, men Páll A. Klettskarð er bara eitt mál aftanfyri.
2008: KÍ-Víkingur 1-2 (Sjálvmál Geza Turi – Sam Jacobsen (2))
2009: KÍ-Víkingur 2-2 (Ivan Joensen, Tórður Lervig – Súni Olsen, Finnur Justinussen)
2009: KÍ-Víkingur 2-0 (Hjalgrím Elttør (2))
2011: KÍ-Víkingur 0-1 (Hanus Jacobsen)
2011: KÍ-Víkingur 1-4 (Oddmar á Lakjuni – Finnur Justinussen, Erling Jacobsen, Sam Jacobsen, Símin Hansen)
2012: KÍ-Víkingur 3-3 (John Hammer, Páll A. Klettskarð (2) – Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic)
2013: KÍ-Víkingur 1-2 (Páll A. Klettskarð – Hanus Jacobsen, Finnur Justinussen)
2014: KÍ-Víkingur 1-0 (Páll A. Klettskarð)
2014: KÍ-Víkingur 2-4 (Páll A. Klettskarð, Ndende A. Guéye – Finnur Justinussen (2), Heðin Hansen, Súni Olsen)
2015: KÍ-Víkingur 3-2 (Jóannes Bjatalíð, Atli Danielsen, Henry Heinesen – Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen)
Dystir: 10
KÍ vunnið: 3
Javnleikur: 2
Víkingur vunnið: 5
Toppskjúttar
6 mál: Finnur Justinussen
5 mál: Páll A. Klettskarð




