Bláa Bylgjan valdi Páll A. Klettskarð til dagsins leikara eftir dystin í Sarpugerði í dag.
Bláa Bylgjan valdi Páll A. Klettskarð til dagsins leikara eftir dystin í Sarpugerði í dag.
Páll bleiv valdur frammanfyri Kenan Hajdarevic, meðan Sørmundu Kalsø og Meinhardt Joensen endaðu á deildum 3.plássi.
Páll skoraði tvey góð mál móti sínum fyrrverandi liðfeløgum. At hann skorar móti Víkingi er ikki so óvanligt. Tí hetta er júst eitt lið, sum Páll hevur góð hagtøl ímóti, síðani hann í 2012 flutti úr Víkingi til KÍ.
Hagtølini fyri landskappingardystirnir hjá honum móti Víkingi eru:
2012: Trý mál í trimum dystum
2013: Tvey mál í trimum dystum
2014: Tvey mál í trimum dystum
2015: Tvey mál í einum dysti
Samanlagt
Dystir: 10
Mál: 9
Les eisini: Topp undirhald í Sarpugerði




