Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll tosar um samstarv, men heldur Gerhard burtur

John William Joensen

Kanska ein smásáraður borgarstjóri, úr Skopun, sum kennur seg trakkaðan á, av borgarstjórðanum úr grannakommununi, Páll á Reynatúgvu.

Eg vil sleppa at siga nakrar sannleikar sum eg meti skulu sigast.

• Sands Kommuna tók tann prýðiliga Skúlan í brúk í vetur. Har vóru øll bygdarráð boðin við og har við eg sjálvur. Eg gleddist um innbjóðingina, at kunna møta sum borgarstjóri fyri granna kommununi fyri norðan og ikki minst møtti eg eisini sum løgtingsmaður. Til hetta høvið hevði eg skriva eina stutta røðu; eg var jú í føðibygd móður mínar, har eg sum smádrongur, var hvørja summarferðiu og ætlaði eg, at frambera hesa røðu mína, sum eina heilsan til bygdafólkið á Sandi. Hetta var mær nokta av borgarstjóranum, Páll á Reynatúgvu, so Gerhard fór so nakkalangur norður aftur til Skopunar

• Sands Kommuna hevði móttøku sunnudagin, har bókasavni var alment tikið í brúk. Daniella í Horni, hevur læti 2 mill kr, til hetta vælaverk. Hetta skal hon hava heiður og rós fyri. Landi hevur goldið 3 mió kr, har eg sum løgtingsmaður, havi gjørt mítt til, at peningurin var játtaður. Heldur ikki hesufer ynskti Páll á Reynatúgvu, at Gerhard skuldi verða til staðar, hetta føldist sum ein gráðin tøkk.

• Eg var afturvaldur til formann í Sandoyar Skúlasambandi. Hetta fall nokk ikki væl hjá borgarstjóranum Pálli, hóast hann væl kennur til tann stóra framburð sum er farin fram, við Meginskúlan hesi árðini. Hvat ger Páll, jú hann hálverar gjaldi hjá Sands Kommunu til Meginskúlan, soleiðis at eg sum formaður havi stórar trupuleikar at røkja skúlan, hóast greiðar reglur eru fyri hvussu gjaldast skal. Tað verður goldið eftir fólkatalinum og skattagrundarlagnum og hetta fyrihalda allar hinar kommunurnar í oynni seg til.

• Hesin ósmædni borgarstjórin Páll á Reynatúgvu, ger tað sum neyvan nakar annar hevði hugsa. Gamaní var hann einmælt valdur til borgarstjóra og var tað ein álitisváttan, men nú kunnu barnaverdarmál avgreiðast innanfyri hansara egnu familiu, um eitt kaffiborð. Hetta letur seg gera av tí at:

a. Hann setur systur sína í nevndina fyri Sandoyar Barnaverdartænastu, eg eri fullvísur í at hon er álitisfólk, men!

b. Hann setur seg sjálvan í nevndina fyri Barnaverndartænastuna, har fólk úr formannskapinum úr Kommununum vanliga sita.

c. Páll møtir sjálvur á fundi í nevndini fyri Barnaverndartænastuna, hóast næstformaðurin í Sands Kommunu, var boðaður til fundar av formanninum í nevndini. Á hesum fundi var kona Páll á Reynatúgvu, sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna á Sandoynni. Eg vil beinanvegin leggja afturat, at eg kenni hana, sum eitt gott fólk.

• Eisini boðaði Páll til fundar við landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um flutning av fiski, úr sandoynni, sum er eitt sera týðandi mál fyri meg. Henda fundin var eg, sum løgtingsmaður, heldur ikki boðin við til.

Hetta eru alt mál, sum eg dagliga verði spurdur um, av sandoyggja fólki.

Eitt skal eg siga tær Páll, tú kann bera teg soleiðis móti mær, leggja fótonglar í vegin, men eina fer slær tú teg ímóti. Tað verður kortini ikki móti mær tí, eg kann gott bakka undan.

Páll, øll vilja verða so nøkunlunda viðfarin, eisini Gerhard lognberg. Í øllum hesum føli eg meg trakkaðan á og hildnan fyri gjøldur, av einum mannið sum heldur skuldi rætt hondina fram.

Eg havi siti í Skpunar Kommunu síðani ´85, har eg havi samskifta við ymiskar borgarstjórðar og hava vit víst virðin fyri hvørjum øðrum.

Kanska er tað, sum tú einaferð segði mær á einum formansfundi, – “Tú kemur úr einum hálv vánaligum skúla í Skopun, við 7 árum, meðan eg eri vælútbúgvin” – Hevði tú so brúkt tína fornuft til samstarv, heldur enn at spjaða.

Gerhard Lognberg,

ein vónsvikin Borgarstjóri

Harleyfacadeacryl