Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pallborðsfundur um dagtilhald og eldravirksemi

Oliver Joensen

Endamálið er at varpa ljós á týdningin av at vit framhaldandi hava tilhald krig landið.

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á týdningin av, at vit framhaldandi hava tilhald kring landið, ið kunnu veita skipað tilboð fyri frísk eldri, har tey dagliga kunnu møtast og í felagskapi stimbrast sosialt, handa- og andaliga
Pallborðsfundurin verður í kantinuni í nýggja Skúlanum við Løkin í Runavík, mikukvøldið 11. februar klokkan 19.00.
Í pallborðinum sita:
Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Tilhaldinum í Tórshavn.
Rósa Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum.
Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík og næstforkvinna í Kommunusamskipan Føroya
Sigvald Kristiansen, næstformaður í Landsfelag Pensjónistanna
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag
Fundarstjóri verður Hans Jákup Lamhauge, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Pallborðsluttakararnir hava eina stutta framløgu hvør og fáa møguleika at gera viðmerkingar.
Síðani fær fundarfólkið møguleikan at seta pallborðinum spurningar.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Sjálvstýrisflokkurin

Harleyfacadeacryl