– er politiska øvundsjúkan nú drívmegin?
Tað var ørkymlandi at hoyra umboðini frá samgonguni á kjakfundinum á fiskivinnutinginum í Klaksvík mikukvøldið.
Ikki minst at hoyra løgmann og landstýrismannin í vinnumálum viðgera ávísa fyritøku, sum um hon framdi landsskaðiligt virksemi!
Bakkafrost er av sonnum ein sólskinssøga og er tann alifyritøkan, sum hevur hevur megnað at geva eitt veruligt íkast til landskassan.
Seinasta ár fekk landskassin hálva milliard krónur í skatti frá Bakkafrost.
Sum tøkk hava løgmaður og vinnumálaráðharrin fyri kortum við einum pennastroki hækkað skattskylduna hjá hesi fyritøku við 100 milliónum kr næsta ár – eftir einum sokallaðum ásettum (politiskum) rímiligheitsprinsippi?
Støddin avgerandi
Gongdin i alivinnuni er beinleiðis prógv um, at føroyska samfelagið kemur ongan veg við smáum útflutningsfyritøkum. Løgmaður fer tí púrasta skeivur við sínum grundgevingum um støddina á alifyritøkum.
Løgmaður veit, at tað hava verið nøkur álvarsom afturstig í alivinnuni. Tá hesi bakkøst komu, steðgaði alivinnan fullkomiliga upp, har eina orsøkin var, at fyritøkurnar snøgt sagt vóru ov nógvar, kapitalveikar og ov smáar, og megnaðu tí ikki at standa ímóti lágum prísum og sjúkum.
Tí er tað sjálvsagt, at kemur aftur álvarsamt bakkast í alivinnuni er sannlíkt, at 4 stórar og vælriknar kapitalsterkar fyritøkur eru so nógv betri førar fyri at rista eina kreppu av sær, enn 10-tals veikar alifyritøkur, soleiðis sum skipanin var til fyrst í hesi øldini.
Negativur hugburður
At løgmaður og vinnumálaráðharrin í almennum kjaki umrøða eina alifyritøku, og enntá ítøkilig mál hjá fyritøkuni, er avdúkandi um negativa hugburðin, sum sitandi samgonga hevur sett sær fyri at reka móti privatu vinnuni í Føroyum. Vinnulív, sum klárar seg uttan almennan studning og politiska íblandan, men tað er kanska júst trupulleikin?
Er tað øvundsjúkan, sum nú verður sett í politiskt system? Hvar er rættartrygdin í Føroyum? Løgmaður sum samgonguleiðari og harumframt løgfrøðingur, má kunna svara hesum spurningi.
Bjarni Djurholm




