sigur formaðurin í Svimjisambandinum, sum hósdagin undirskrivaði samstarvsavtalu við Atlantic Airways og Norðoya Sparikassa
– Vit hava gjørt ein tvey ára sáttmála har Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways vera høvuðsstuðlar hjá føroyska svimjisambandinum.
– At vit valdu júst hesi feløg at samstarvað við kemur av teirri orðsøk at vit mettu tey verða sera væl egnaði til at tryggja eina áhaldandi menning av føroyskari svimjing tey komandi árini.
– Her verður serliga hugsað um at vit í løtuni arbeiða við altjóða kappingum og tí hevur tað týdning at hava samstarvspartnarar sum røkka út um landaoddarnar.
– Vit arbeiða við at fáa norðurlendskar kappingar til Føroya og tí hevur tað stóran týdning at svimjisambandið hevur eitt trygt fíggjarligt grundarlag.
Vildu seta Eysturoynna í fokus
Formaðurin í svimjisambandinum, Palli Ziskason at tað var ikki av tilvild at samstarvsavtalan við nýggju høvuðsstuðlarnar var undirskrivað í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Saltangará.
– Eysturoyggin er eitt av stóru økjunum í Føroyum, men oyggin eigur ongan svimjihyl sum líkur krøv í sett vera til kappingar.
– Runavíkar Kommuna er millum stóru kommunurnar í landinum og hon stendur í vøkstri við tað at hon er í eini samanleggingar fasu.
– Men enn er eingin svimjihylur í Runavíkar Kommunu og hetta vilja vit seta fokus á og vóna so at politikarar fara at gera nakað ítøkiligt við hendan spurningin.
Formaðurin í Svimjisambandinum vildi einki siga um støddin á avtaluni, men segði bert at hon var sera góð fyri sambandið og hon fór at tryggja fíggjarliga støði undir sambandinum tey komandi tvey árini.




