Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pamiut á spennandi ferð norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð í kvøld

Oliver Joensen

Fyri lítlari løtu síðani fór grønlendska havgranskingarskipið Pamiut norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, her eg fekk nakrar myndir (staddur í Mikladali).

Ringdi síðani til skiparan, Birgir Sivertsen. Birgir sigur, at teir hava ligið á Klaksvík síðani í oktober mánaða, orsøkin til tess eru ísviðurskiftini í Grønlandi. Fyrr var vanligt at fara til Danmarkar í vetrarlegu, men seinnu árini hevur skipið ligið á Klaksvík.

Vit valdu at fara av Klaksvík tríggjar dagar fyrr enn ætlað. Orsøkin er, at vit hava fingið eina spennandi uppgávu á ferðini til Grønlands. Vit skulu taka tríggjar boyur upp, sum liggja einar 100 metrar undir havyvirflatuni. Hetta eru boyur, ið millum annað taka upp ljóð frá hvali og øðrum, ið gevur ljóð frá sær í kringumstøðunum har tær liggja. Tann eina liggur miðskeiðis ímillum Grønland og Ísland, beint innanfyri grønlendska markið. Hinar báðar liggja nærri Eysturgrønlandi. Eg rokni við at vit eisini kunnu fáa boyðu nr. 2, men tað seinastu, sum liggur nær landi er ivasamt um vit fáa hendur á, tí ísviðurskiftini eru soleiðis at vendi er fyri um vit loysa hana elektroniskt við tóli vit hava umborð, so er vandi fyri at hon endar uppi undir ísinum, so verður trupult hjá okkum at fáa fatur á henni.

Seinni í august fara vit á eina líknandi ferð, tá eru tað ljóupptakarar sum sita á, eg haldi tað er á narhvalum. Mannagongdin er hin sama, vit sigla so nær hvalunum sum vit kunu, og so kunnu vit loysa móttakararnar av hvalunum, fyri síðani at taka teir upp úr sjónum. Hetta er alt liður í granskingini av hvørja avirkan leitanin eftir olju í grønlaneska umhvørvinum hevur á súdjórini í havinum. Hetta eru sera spennandi og viðkomandi royndir, sigur Birgir Sivertsen, skipari á Pamiut. Vit skulu sum sagt fyrst taka hesar tríggjar boyurnar upp, síðani fara vit til Sisimiut, har vit fara at fáa granskarar umborð, sigur Birgir at enda.

Vit ynskja Pamiut góða ferð yvir um hav.

Nakrar Kóapakonumyndir eru sjálvandi eisini við.