Jørgen Niclasen, Løgtingsmaður: Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um pant av einnýtisíløtum, sum ikki eru latin inn aftur.
• Síðan 2007 eru rættuliga nógv einnýtisíløt ikki eru latin inn aftur. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógv íløt ikki eru latin inn aftur hesi árini?
• Kann landsstýriskvinnan upplýsa hvussu nógv pant ikki er endurrinda í hesum tíðarskeiðið, og hvør hevur fingið hendan pening?
Viðmerkingar:
Umhvørvisstovan upplýsir, at síðani 2007, tá fyrstu loyvini vórðu latin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av seldu íløtunum verða latin inn aftur og send til endurvinningar. Talið av seldum einnýtisíløtum økist ár um ár. Í 2014 vórðu heili 9,3 mió. einnýtisíløt seld. Umhvøvisstovan upplýsir, at í 2014 vóru 87% av íløtunum latin inn aftur. Fyri árið 2014 merkir hetta, at 1,2 millión íløt ikki eru komin innaftur.
Um vit siga, at kundin hevur rinda í meðal 2 kr. í pant fyri hvørt ílatið, so eru 2,4 milliónir einnýtisíløt, sum panti ikki eru afturrindað kundanum bara fyri árið 2014. Tí verður hesin spurningur settur: Hvør hevur fingið peningin, ið goldin er fyri pant, og ikki afturrindaður kundanum, síðan 2007.
Á Løgtingi, 5. desember 2015
Jørgen Niclasen




