Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pape ræðist ikki fólkatingsval

Helgi Abrahamsen

”Jeg kender udmærket positionerne. Får det mig til at afskedige min minister? Nej, det gør det ikke,” sigur ein avgjørdur Lars Løkke Rasmussen við Ekstra Blaðið í morgun. Hansara støða viðvíkjandi matvørumálaráðharranum Evu Kjer Hansen, er ikki til at vika. Og hann heldur fram:

”Så er der det andet – lidt mere sandsynlige udfaldsrum – det at udskrive et folketingsvalg..”

Forsætisráðharrin sigur, at hann vil arbeiða víðari við royndini at fáa semju í lag millum borgarligu flokkarnar, men eingin ivi er um, at hann við sínum úttalilsum roynir at kroysta Konservativa Fólkaflokkin.

Formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen sigur við TV2: ”Lars Løkke har truet os med, at han vil udskrive folketingsvalg, hvis vi ikke dropper vores mistillid mod miljø- og fødevareministeren. Til det er der bare at sige: Vi kan hverken købes eller trues til tillid, og vi er ikke bange for et valg.”