Góðan morgun: Tá farið verður í rættin er ofta vanligt við einum vitni. Men tað er heldur óvanligt at djór virka sum vitni. Men soleiðis er við eini sak í India.
Góðan morgun: Tá farið verður í rættin er ofta vanligt við einum vitni. Men tað er heldur óvanligt at djór virka sum vitni. Men soleiðis er við eini sak í India.
Sambært India Times er ein pappageykur brúktur sum vitni í einum drápsmálið.
Drápsmálið er heldur ikki heilt vanligt. Ein smáfuglur hjá einum granna var deyður, og tað bendur á, at smáfuglurin er dripin.
Pappageykurin býr í grannalagnum og hann kann hava sæð drápsmannin. Hendan møguleikan fer rætturin at brúka og tískil er pappageykurin innkallaður sum vitni.
Spennandi verður so um pappageykurin veit frá at siga, hvør hevur staðið aftanfyri heldur margháttliga drápið.




