Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Para-badminton royndarvenjingar

Tíðindaskriv

Havnar Badmintonfelag, Badmintonsamband Føroya og ÍSB bjóða tilfyrstu para-badminton royndarvenjingina leygardagin 4. mars kl 15.

Para-badminton er júst sum vanligt badminton, men íðkararnir kunnusita í koyristóli, verða lág á vøkstri, ella hava smærri og størri trupulleikarvið bein- og/ella armrørslum av ymiskum orsøkum.


HBF hevur júst sett nýggjan venjara úr Portugal, ið eisini hevur royndir viðpara-badminton. Samstarvið millum HBF, ÍSF og BSF er komið í lag, tá HBF vendisær til ÍSB fyri at vita, um áhugi var at byrja para-badminton í Føroyum.


Regin Hammer, formaður í HBF heldur, at tað er eitt gylt høvi at bjóðapara-badminton út, nú útlendskur venjari er komin til felagið: ”nógvarítróttargreinar geva ikki fólki ið ber brek møguleika at venja, so tá ið vit núhava møguleikan at bjóða fram para-badminton, er taðavgjørt eitt positivt stig fyri badminton sum heild íFøroyum. Nú eru vit spent at síggja, hvussu undirtøkan verður frá íðkarum, iðbera brek”.


Para-badminton er skjótt vaksandi ítróttargrein, og verður eisini við á fyrstasinni á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020.

Hendan fyrsta venjingin er ókeypis, fyrireikararnir syrgja fyriketjarum og bóltum, og vóna vit at síggja nógvar nýggjar luttakarar. Heittverður á fólk at melda til óbindandi á Facebook vanganum hjá ÍSB, https://www.facebook.com/events/1416412851736717/ – hettafyri at vit betur kunnu fyrireika tiltakið.

Venjingin verður í Badmintonhøllini í Havn kl. 15-17. 

 

HBF, BSF og ÍSB

 

 

Harleywoodpaint