Dyrnar verða latnar upp kl. 22! Framfýsnu fyrireikaranir, Rudolf og Sonhard, lata frætta at nú er alt búgvið
Tónleikararnir eru nú allir savnaðir í Klaksvík, Ingi Isaksen kom heim í gjárkvøldið. Dávavirkið dusar í dámligum tónum; í einum høli løðast Dynamitt-stengurnar, meðan Rag-Rags ramliga rigga til í grannaklivanum.
Endurljóðið av Breaking my Heart rungar úr venjingarhølunum hjá Hjarnum. Framfýsnir klavertónar hómast frá Mr. Straight Ahead. Hugfarsligir steeltónar siga frá Halli Joensen í hugnaligum, heimligum umhvørvi. Í kjakhorninum sita nøgdir ljóð- og ljóðfrøðingar, alspentir at royna nýggju tøknina í verki. Jú, sanniliga, Straight Parade er á trappuni!




