Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pardew fingið sekkin

Jákup Ósá

Kendur Premier League venjari væntast at taka yvir í Crystal Palace.

Kendur Premier League venjari væntast at taka yvir. 

Crystal Palace hevur ikki fingið góð úrslit í 2016, og tað hevur nú fingið avleiðingar fyri venjaran Alan Pardew. Hann hevur fingið sekkin. Sky Sports skrivar, at Crystal Palace hevur útpeikað Sam Allardyce til avloysara og at samráðingar byrja í vikuni. Sam Allardyce hevur ikki havt starv síðani hann fekk sekkin sum landsliðsvenjari hjá Onglandi av trupulleikum uttanfyri vøllin. Crystal Palace liggur í løtuni á 17. plássi, 1 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.