Í gjár var eitt stórt parkerinsøki við Íverksetarahúsið asfalterað. Nógv virksemi er í Íverksetarahúsinum og javnan eru eisini tiltøk og fundir um kvøldarnar, tí fer hetta nýggja parkeringsøkið uttan iva at koma væl við.
Talan er um eitt størri arbeiði, har eini hús eru tikin niður fyri at fáa veg til fleiri eldri hús, somuleiðis er stuðulsgarður stoyptur og í gjár varð økið asfalterað.


