Nevndin í Parkinsonfelagnum hevði skipað fyri veitslu á Hotel Føroyum um vikuskiftið í sambandi við, at felagið nú hevur 25 ár á baki.
Fyrsti formaður felagsins var Tórður Mikkelsen, og heitt varð tí á hann um at siga nøkur orð um fyrstu tíðina hjá felagnum.
Røðan hjá Tórða er niðanfyri:
Gott kvøld øll somul og takk fyri, at vit bæði konan vórðu boðin við. Og takk fyri, at nevndin í Parkinsonfelagnum vísti mær ta álit, at vera gestarøðari her í kvøld.
Nú vóni eg ikki, at tað verður sum hjá prestinum við tímaglasinum. Hann kláraði illa at halda tíðina, og tí hevði konan givið honum eitt tímaglas við í kirkju. Hvørjaferð tímaglasið var runnið niður, skuldi hann siga Amen.
Men ein sunnudag hevur hann so nógv uppá hjartað, at hann er ikki komin longur enn í helvt, tá tímaglasið er runnið niður. Hann vendir tí og hyggur út yvir kirkjufólkið og sigur: “Kenni eg tykkum rætt, tola tit eitt glas afturat”.
Tað virkar ikki sørt óveruligt, at tað longu eru 25 ár síðani vit stovnaðu Parkinsonfelagið.
Tað var MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, sum sá tørvin á einum parkinsonfelag. Stýrið fyri MBF heitti á nøkur fólk kring landið um at koma í ein arbeiðsbólk, sum skuldi fyrireika stovnandi fundin. Millum tey, ið fingu hesa áheitan, var pápi mín, Hans Mikkelsen á Toftum, sum hevði fingið staðfest parkinsonsjúkuna í 1984. Pápi spurdi meg, um eg kundi fara á fundin fyri seg.
Úrslitið av øllum hesum gjørdist, at eg bleiv fyrsti formaður í Parkinsonfelagnum. Tá fimm ár vóru farin, kendi eg á mær, at tað var rætt at lata nýggjum kreftum nevndarsessin. Stillaði tí ikki upp aftur tann aðalfundin.
Minnist við takksemi og eisini sorgblídni nevndina, sum var tey fyrstu árini, tí fleiri av teimum eru ikki okkara millum meira.
Í fyrstu nevndini í Parkinsonfelagnum vóru:
Ebba Petersen í Fámjin, Marita Gullstein í Rituvík og Merry Poulsen í Nólsoy, sum ikki eru okkara millum meira, Leila á Lofti, fysioterapeutur, August Gabriel Wang, yvirlækni, Eyðbjørg Hammer og undirritaði. Eyðbjørg bleiv forkvinna eftir meg og hon sat eisini í fimm ár. Hon er eisini her í kvøld.
Haldi sjálvur, at hetta var ein góður blandingur av fólki – bæði landafrøðiliga, fakliga og menniskjaliga. Øll ymisk og øll við hvør sínum styrkjum.
Fari ikki í kvøld at reksa upp alt tað, sum vit arbeiddu við. Men eg minnist, at:
-Vit løgdu stóran dent á, at hava regluligar limafundir og fólk møttu væl upp. Fundirnir vóru vanliga í Havn, men onkuntíð høvdu vit eisini limafundir kring landið.
-Eitt av teimum stóru tiltøkunum vit høvdu var, tá Pakkenberg professari úr Danmark var í Føroyum. Ein ógviliga stórur og altjóða viðurkendur kapasitetur innan parkinsonviðgerð- og gransking. Hann var tá pensioneraður, men hevði framvegis stóra arbeiðsorku og var við í nógvum altjóða samstarvi. Vit høvdu fleiri tiltøk við honum. M.a. var ein stórur fundur úti á Landssjúkrahúsinum, har yvir 100 fólk í heilsuverkinum, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar, fysio- og ergoterapeutar og onnur í heilsuverkinum vóru við. Minnist hetta sum ein ógviliga gagnligan fund, tí kennskapurin til parkinsonsjúkuna var yvirhøvur eisini rættiliga lítil millum nógv av hesum fakfólkum, og Pakkenberg gav teimum og okkum stóran íblástur.
-Vit løgdu dent á, at stuðla gransking í sambandi við parkinsonsjúkuna. Eg minnist, at vit vóru nógv upptikin av, hví fleiri og yvirhøvur mildari parkinsontilburðir vóru í Føroyum, enn t.d. í Danmark.
-Vit høvdu eina telefonviðtalu, har fólk, ið høvdu okkurt at spyrja felagið um, kundu ringja. Og tað vóru nógv, sum ringdu. Tey fyrstu árini skifti henda tænasta millum nevndarlimirnar Ebbu Peteren og Maritu Gullstein, ið báðar høvdu parkinson og vistu, hvat fólk tosaðu um, tá tey ringdu og spurdu okkurt í sambandi við sjálva sjúkuna.
-Parkinsonfelagið var ein av grundstuðlunum, tá MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, fór at byggja egin hús, og har fekk felagið eitt høli saman við einum øðrum felag. Eitt stórt framstig. Her kann nevnast, nøkur limafeløg í MBF vóru ivasom og okkurt felag var beinleiðis ímóti at byggja. Tí var tað umráðandi, at vit og onnur feløg hildu fast við ætlanina hjá stýrinum fyri MBF. Eftirtíðin vísti, at húsið var neyðugt, tí sjálvt um vit tá hildu tað vera stórt, bleiv tað skjótt ov lítið. Húsið var bygt í krepputíð, og tí fekk felagsskapurin eitt gott hús fyri ein bíligan penga.
-Vit hildu tað vera neyðugt, at felagið hevði sítt egna búmerki, og tí skipaðu vit fyri einari búmerkjakapping. Jógvan Glerfoss, mikladalsmaður á Argjum, vann kappingina og eigur búmerkið, sum felagið framvegis brúkar.
Búmerkið er sum kunnugt ein skekul. Til stuttleikar kann eg nevna, at tá vit skuldu senda tíðindaskriv um, at vit høvdu fingið búmerki, ringdi eg til kenda málmannin Jóhan Hendrik W. Poulsen á Føroyamálsdeildini fyri at spyrja, hvussu skekul stavaðist, tí orðið stóð ikki í orðabókunum. Jóhan Hendrik var í iva um hetta. Løtu seinni ringdi hann aftur og segði, at orðið var komið úr enskum og hann mælti til, at tað skuldi stavast “skekul”. Hann var fegin um, at vit høvdu ringt, tí orðið fanst ikki í orðasavninum á Føroyamálsdeildini. Síggi, at hetta orðið er við í Móðurmálsorðabókini, sum vit nú kunnu “sprota” ókeypis á netinum, og tað er Parkinsonfelagnum fyri at takka.
Millum limirnar í fyrstu nevndini í Parkinsonfelagnum, var sum sagt Leila á Lofti, fysioterapeutur. Hon hevði nógvar parkinsonsjúklingar í viðgerð í síni viðgerðarstovu á Argjum. Umframt at hon hjálpti teimum kropsliga, dugdi hon altíð at síggja tað stuttliga í øllum og hon gav fólki mót og íblástur.
Leila býr í løtuni í Bahrain. Eg skrivaði til hennara í gjárkvøldið og spurdi, hvat hon serliga minnist frá fyrstu tíðini í Parkinsonfelagnum. Hon var skjót at svara, og her er nakað av tí, hon skrivaði:
“Sum vit høvdu tað stuttligt, hugnaligt og gevandi í góðum anda. Og maturin til fundirnar, altíð nóg góð grund til at møta upp, og so fingu tey uppmøttu jú altíð tipp topp venjingar hvørja ferð, ikki sannheit? (Vanliga hevði Leila venjingar við okkum, tá vit høvdu limafund).
Rís ala mandið á jólafestini var alla uppmøting verd.
Fagligheitin var í hásæti, vit høvdu ráðstevnu á Hafnia, eg fór til norðurlendska ráðstevnu í Finnlandi og onnur vóru til aðrar ráðstevnur. Minnist so væl kensluna av, at Parkinsonfelagið var ordiliga “inn” – fokus var á felagið.
Parkinsonfelagið og parkinsonsjúklingar hava altíð staðið mínum hjarta allar nærmast. Ikki løgið, at mín klinikk á Argjum hevði parkinsonsjúklingar sum størsta kundabólk, ikki vegna tal, men tí tey fyltu so nógv í mínari verð. Hvønn dag, onkur av teimum kom í viðgerð, fór eg glað til arbeiðis.
Gloymi ongantíð hugnan, sum altíð var á fundunum í Parkinsonfelagnum. Fólk møttu trúliga upp og vit kendu okkum næstan sum eina familju”, skrivar Leila á Lofti úr Bahrain.
Tá Parkinsonfelagið varð stovnað, var sjúkan ógviliga ókend í Føroyum, og tí vóru fólk við parkinsonsjúkuni og avvarðandi glað um at fáa eitt felag. Við virknum limum, fekk felagið beinanvegin undirtøku og umtalu, og harvið kom kunnleikin um sjúkuna út. Skjótt høvdu tey flestu hoyrt parkinsonsjúkuna verið nevnda, og nógv vistu, hvat parkinson var fyri nakað.
At sjúkan hevði verið so ókend, hevði havt stórar trupulleikar fyri nógv, umframt at tey skuldu dragast við sjálva sjúkuna. Eitt gott dømi um tað var kona, ið eg kendi væl. Fólk í bygdini vóru farin at tosa um, at hon var nógv broytt. Var blivin óstútt á beinunum og var eisini farin at ristast. Fólk hildu, at hon hevði trupulleikar, sum tey ikki høvdu vitað um. Hon var nokk alkoholikari, hildu fólk, sjálvt um eingin visti nakað um, at hon hevði trupulleikar við rúsdrekka. Tá tað so umsíðir varð staðfest, at konan hevði fingið parkinsonsjúkuna, og at hon broyttist nógv til tað betra beinanvegin, hon hevði fingið rætta heilivágin, fingu fleiri ringa samvitsku.
Nú á døgum verða grind og parkinsonsjúkan ofta tengd saman. Pál Weihe yvirlækni hevur granskað nógv og lagt alment fram ymisk kyksilvurtøl. Tað hevði við sær, at landslæknin bannaði sjúkrahúsum og røktarheimum at geva fólki grind og spik. Knappliga kundu gomul fólk, ið høvdu etið grind og spik alt lívið, ikki fáa grindatugguna sínar síðstu dagar.
Eg fari ikki at seta spurnartekin við kanningarúrslitini hjá Pál Weihe. Kortini kann eg ikki lata vera við at nevna, at ta tíðina eg var í nevndini í Parkinsonfelagnum, hugsaði eg mangan um, hví so nógvir tilburðir av parkinson fyri mær at vísa seg vóru á Skálafjørðinum. Lagnunnar speisemi man fólkið á Skálafjørðinum vera tað fólkið í landinum, sum hevur etið minst grind av øllum, tí Skálafjørðurin kom nærum ongantíð upp í eitt grindabýti. Jú, kanska 15. ella 20. hvørt ár, tá ein stór grind legði beinini í Gøtu.
Nú vóni eg ikki, at eg ljóði sum “en røst fra graven”, sum tikið plagar at verða til. Men vandin er stórur fyri, at tað verður eitt sindur afturlítandi, tá tað eru 20 ár síðani man var aktivur í nevndini í Parkinsonfelagnum og skal tosa um hetta evnið.
Men eg má siga, at hvørja ferð Parkinsonfelagið verður nevnt í onkrum sambandi, fer ein heitur ilur ígjøgnum meg. Tí Parkinsonfelagið sigur mær nakað heilt serligt. Um eina heilt serliga tíð, við spennandi uppgávum og nógvum deiligum menniskjum, sum arbeiddu og arbeiða fyri einari góðari sak.
At felagið er í góðum hondum í dag, er eingin ivi um. Ein heimasíða kann siga nógv. Var í gjárkvøldið inni á heimasíðuni hjá Parkinsonfelagnum, og tað er heilt týðiligt, at gott skil er í og at felagið hevur nógv jørn í eldinum, til gangs fyri tey, sum hava parkinsonsjúkuna og tey avvarðandi. Havi eisini hoyrt og sæð samrøður við núverandi nevndarlimir, og tað er sjón fyri søgn, at felagið leggur framvegis stóran dent á at kunna um sjúkuna, so umstøðurnar verða betri.
Pápi mín er ikki her meira. Tað nærmasta eg nú komið parkinsonsjúkuni dagliga, er gjøgnum kenda útvarpsvertin Elis Poulsen, sum fekk staðfest sjúkuna fyri tveimum árum síðani. Nógv av tykkum hava ivaleyst hoyrt ella sæð samrøður við Elis um sína sjúku.
Tosaði við Elis í morgun. Hann hevði fegin viljað verið við her í kvøld, men tað bar ikki til, tí í kvøld skal hann spæla dansibandtónleik beinleiðis úr Vági, har ein serlig stevna er, og tað var avtalað áðrenn hann visti um hesa gallaveitsluna.
Men Elis bað meg bera tykkum øllum eina inniliga heilsan. Og tað er hervið gjørt.
Og nú Elis er staddur í Vági, rann mær í huga ein fitt søga eg hoyrdi frá tíðini, Heri Joensen var prestur í Vági.
Ein sunnudag eftir gudstænastuna gongur ein kona afturi í kirkjuni og leitar eftir onkrum.
Heri spyr, hvørjum hon leitar eftir.
“Eg leiti eftir einum gebissi”, sigur konan.
Heri hyggur uppá hana. “Men hava tygum ikki tennirnar í munninum?”
Jú, jú. Hon hevði sínar tenn. Men tað var gebissið hjá manninum, tí hon plagdi at taka tað við í kirkju, tí annars var allur døgurðin etin, tá hon kom til hús.
Góða Durid Johannesen, forkvinna, John William Joensen, næstformaður, og øll nevndin í Parkinsonfelagnum. Enn einaferð, takk fyri at vit vórðu boðin við, og tað er avbera hugaligt og eisini hugnaligt at samlast til gallaveitslu hjá Parkinsonfelagnum. Til lukku við teimum 25 árunum og góðan byr.
Takk fyri!




