Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

PARKINSONFELAGIÐ: Ársfrágreiðing 2016

Parkinsonfelagið

Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, legði fram hesa frágreiðing, um virki felagsins í farna árið, fyri aðalfund felagsins. Aðalfundurin var í MBF húsinum leygardagin.

 Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, legði fram hesa frágreiðing, um virki felagsins í farna árið, fyri aðalfund felagsins. Aðalfundurin var í MBF húsinum leygardagin.

Á seinastaaðalfundi,13/2-2016, varð ongin broyting í nevndini, og varð hildið framvið hesari nevndarskipan:

DuridJohannesen forkvinna

John WilliamJoensen næstformaður

GudnyBenjaminsdóttir peningarøkil

Sofía Jacobsenskrivari

Jákup Lamhaugenevndarlimur

MargrethMortensen varalimur

Eyðun Simonsenvaralimur

Í nevndarsetuni2016 hevur nógv verið á skránni hjá felagnum.

Neurologisk ambulatorium

Í august varnevndin á fundi við Neurologisk amb. á LS. Við á fundinum vóru Johnny íGrótinum, sjúkrahússtjóri og Bjarki á Rógvu Hansen, leiðandi neurologur umframtein sjúkrarøktarfrøðingur og skrivari á ambulatoriinum. Tosað var saman um hvatvit mettu tørvur var á og vit vóru kunnaði um verandi tænastur. Nú eruneurologar frá Bispebjer hospital í Føroyum tveir dagar um mánaðin.Miða verðureftir at teir hugsavna seg um Parkinsonsjúklingar.

Skype fundur ermillum LS og neurolog á Bispebjerg hospital hvørja viku til viðgerð avbráðfeingis støðum.

Harvið er viðgerðarstøðanbetrað, hóast nøkur enn hava kenslu av at vegurin til hjálp er langur táeitthvørt serstakt er áfatt. Vit kunnu tó bara viðmæla fólki at ringja tilneurol.amb. fyri at fáa hjálp og fyri at vísa á tørvin.

Vit havastrongt á at fáa fysioterapeutar við í viðtaluna á neurologisk ambulatoriium,tí venjing er so týdningarmikil partur av viðgerðini hjá fólki við Parkinson.Hetta sær nú út til at gerast veruleiki. Fysioterapiin á LS og neurologisk amb.hava tosað saman, og væntandi fæst hetta at virka í næstum.

Nordisk Parkinsonråds Årsmøte _ NPR

NorðurlendskiParkinsonfundurin 2016 var hildin í Føroyum.

Hetta vórutveir góðir dagar. Vit vóru saman við fólki úr grannalondunum, sum eisiniarbeiða fyri at betra um korini hjá fólki við Parkinson og teirra avvarðandi.Vit samtalaðu um hvussu og hvat vit hvør sær arbeiða við, og fingu góð hugskottil hvussu arbeiðast kann. Eisini vístu vit teimum gomlu Havnina og vóru viðSilju Star undir Vestmannabjørgunum og í Kirkjubø til ein góðan bita íRoykstovuni. Tey vóru sera hugtikin av okkara landi og vóru vit sjálvi ikkisørt errin av, at vera vertir í okkara so vakra landi.

Í samband viðat NPR var í Føroyum, skipaði íslendska parkinsonfelagið, Parkinson Samtøknin,fyri ferð fyri sínar limir, og vóru ein 30 fólk vóru í teirra ferðalagi. Teyvóru ymsastaðni runt landið í 5 dagar. Alt riggaði sera væl. Vit vóru vertirtil ein drekkamunn í Norðurlandahúsinum mánadag seinnapart, har tey eisiniblivu víst runt av íslendska stjóranum.

European Parkinson-s Disesase Asociation _ EPDA

EPDA ersamtakið hjá Parkinsonfeløgunum í Europa.

Í oktober vóruJohn William Joensen, næstformaður og Durid Johannesen, formaður í London áEPDA-ráðstevnu.

Har kom nógváhugavert fram á fundunum eins og vit fingu gevandi samrøður við tey ymsuumboðini. Greiða fatanin er, at vit hvør í sínum lagi hava okkara at stríðastvið og fyri. Í mun til hjá okkum er nógvastaðni sera lítil áhugi fyri sjúkuni.

Í samband viðat vit vóru í London helt NPR (Nordisk Parkinsonråd) ein ráðleggingarfund, umhvussu vit í 2017 fara at gera vart við at tað eru 200 ár síðan James Parkinsonskrivaði tað seinni so kenda ritið ”An essay on the shaking palsy”, sum snýrseg um -rystilammilsi-, har hann við støði í seks persónum, sum hann hevðieygleitt í grannalagnum, skrivaði tað fyrstu frágreiðingina um eyðkendaðgongulagið og ristingina, sum fólk við Parkinson hava.

Ætlandi ferátakið at fevna um at varpa ljós á vitanina um sjúkuna, viðgerðarhættir,granskingarúrslit og stevnumið.

Tiltøk fyri avvarðandi

Vit skipaðufyri tveimum tiltøkum fyri avvarðandi hjá fólki við Parkinson, eitt fyri hjúnhar annar hevur Parkinson og eitt fyri børn og barnabørn hjá fólki sum havaParkinson. Hetta riggaði væl og vóru fólk sera væl nøgd við tiltøkini.

Heitt hevurverið á felagið um at endurtaka hetta, og hava vit avgjørt at hava eitt tiltakfyrrapart og eitt seinnapart 25. mars 2017.

Fysioterapi

Í juni skipaðifelagið, saman við fysioterapiini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, fyri skeiði fyrifysio- og ergoterapeutum. 40 fysio- og ergoterapeutar úr øllum landinumluttóku. Undirvísari var Finn Egeberg Nielsen, konsulentur hjá danskaParkinsonfelagnum. Undirvíst var í nýggjastu vitan um venjing til fólk viðParkinsonsjúku. Eftirmetingin hjá luttakarunum var jalig, og vóru fólk spent atroyna hetta nýggja í praksis.

Vit hava í NPR(Nordisk Parkinsonråd) eisini tosa um at skipa fyri norðurlendskum samstarvifyri fysioterapeutar um Parkinson. Vit settu okkum í samband við felagið hjáføroysku fysioterapeutunum fyri at finna ein kontaktpersón, sum kundi samskiftavið hini londini og sum skal vera við til NPR ráðstevnuna í Reykjavík í mai harhetta verður eitt av fundarevnunum.Bjartur Thomsen verður kontakpersónur fyriføroysku Fysioterapeutarnar.

Ræddarvenjing

Í augustskipaðiRakul Jógvansdóttir,talupedagogur, fyriræddarvenjing til fólk viðParkinson. Fólk tóku væl ímóti tilboðinum og siga fleiri, at tey fingu seragóða hjálp. Ætlandi verður skipað fyri líknandi skeiði í summar – bæði íTórshavn og norðanfyri.

Limafundir og jólafundir

Í ár hava vitbara haft limafund í Suðuroy, har nevndin greiddi frá um arbeiði felagsins, ogvar høvi til at spyrja spurningar. Ætlanin var eisini at hava fundiraðrastaðni, men var hetta tað, ið vit megnaðu.

Afturvendandijólafundirnir vóru í ár hildnir ávikavist í Klaksvík á Heiminum við Vágna og íHavni í MBF húsinum. Vit fingu ris a-la mande og smákøkur, sungu saman, lósujólaevangeliðið og seldu og trektu lutaseðlar. Í alt vóru eini 80 fólk við.Fundirnir vóru merktir av hugnaligari samveru við góðum práti.

Pálshøll

Pálshøllskipaði, saman við okkum, fyri venjingarráðstevnu fyri fólk við Parkinson ogteirra avvarðandi. Hetta var nakað nýtt, baði fyri fyriskiparar og luttakarar,men sigast má, at hetta hepnaðis sera væl. Tað var bæði hugnaligt og fakligastimbrandi. Vant var baði í hyli og uppi á turrum. Fólk vóru sera væl nøgd.

Stuðul

Aftur í fjørskipaði Rebekka Olsen Kærbechinnsavningartiltaki. Hon hevði tombola á Torginumí Vági. Inn komu 6359,50 kr. Vit hittu hana á limafundinum í Vági og fingu harhøvi til at takka henna fyri hendan hjartanemandi og kærkomnað stuðulin.

Aftur í 2016søktu vit kommunur um fíggjarligan stuðul til virksemi felagsins. Inn komrættiliga fitt av peningi. Vit eru sera takksom fyri tann stuðulin, sumkommunur – ikki minst tær smáu kommunurnar, kring landið veita felagnum.

Vit hava eisinifingið gávur í sambandi við andlát, og fer hesin peningur til gransking, umikki annað er viðmerkt í sambandi við gávurnar.

Kunning

Á síðstaaðalfundi varð kunnað um ætlanir um kunnandi -animatións-filmar, sum svenska ognorska parkinsonfelagið hevði í hyggju at fáa gjørt, og sum vit høvdu áhuga íat fáa gjørt føroyska talu og tekst til og nýta teir her heima hjá okkum.Stígur kom tó í teirra ætlanir, men nú í januar hoyrdu vit aftur frá teimum.Talan er um 6 stutta filmar, og eru teir um at vera lidnir. Vit arbeiða við atfáa tekstin umsettan, innlisnan og lagdan inn á filmin. Ætlanin er at teirskulu sýnast í nakrar dagar frá 11. apríl.

Vit fáa alsamtfyrispurningar frá stovnum og røktarheimum um parkinsonsjúkuna.Tað lývgar, attey, sum eru um fólk við Parkinson, vilja skilja sjúkuna fyri at veita betrirøkt og stuðul til tey, ið hava sjúkuna og teirra avvarðandi.

Eisini fáa vitfyrispurningar frá ungum lesandi, bæði frá fólkaskúlanum og miðnám, sum geraverkætlanir um Parkinson. Hetta er sera jaligt og greitt tekin um, at okkarakunningarátøk hava gjørt evnið viðkomandi í samfelagnum.

Til tess atlætta um samskiftið millum limirnar og felagið, er greitt, at neyðugt er at nýtateldupost fram um vanlig brøv. Flestu limirnir nýta teldu og alnót, og hava vitteldupostadressuna hjá meir enn helminginum av limunum. At samskifta viðteldupost lættir nógv um, er bæði skjótari og bíligari.

Heimasíðanverður javnan dagførd, og verður eisini brúkt til at hava kunning liggjandi.

Einfysioterapeutur hevurbjóða seg fram at hjálpa eitt sindur til í felagnum. Honsigur, at tað eyðvitað liggur henni næst at kunna um evnir innan hennarafakøki, og fegnas vit um tað. Hon hevur lagt tær nýggjastu leiðreglurnar fyrivenjing út á síðuna. Vit eru sera takksom fyri hennara íkast til at geraheimasíðuna áhugaverda og viðkomandi.

Facebook ereisini ein viðkomandi kunningar- og samskiftismiðil, og hava vit ein -profil-har, sum vit brúka til ymiska felagsviðkomand kunning.

DuridJohannesen

Forkvinna

Parkinsonfelagið