Í ár eru 25 ár síðani Parkinsonfelagið varð stovnað. Hetta fara vit at hátíðarhalda við einum veitsludøgurða á Hotel Føroyum fríggjadagin tann 8. mai 2015, kl. 19.00 har Magnus Magnusen og LMband undirhalda, skrivar felagið.

Í ár eru 25 ár síðani Parkinsonfelagið varð stovnað. Hetta fara vit at hátíðarhalda við einum veitsludøgurða á Hotel Føroyum fríggjadagin tann 8. mai 2015, kl19.00
Tilmeldingin til hátíðarhaldið fer fram við at gjalda kr. 450,00 fyri hvønn, á konto 6460 – 1633831, í seinasta lagi 2. mai 2015.
Tað er umráðandi, at navn/nøvn á teimum, sum goldið verður fyri, eru viðmerkt!!
Vit fara at eta gott, práta og hugna okkum saman. Okkurt skemtilig undirhald verður eisini á skránni.
Magnus Magnusen verður borðstjóri og LMband undirheldur við tónleiki og sangi.
Matarskrá:
Alkoholfríur vælkomudrykkur
Forrættur: Heimaroyktur laksur við mango, avokado og wasabi
Høvuðsrættur: Føroykst lambstjógv við rótfruktum og soð
Omaná: Lava sjokolátakøka við kompott og ís
Íroknað prísin er sodavatn og vatn, kaffi og te
Tey, sum ynskja sær vín ella øl afturvið matinum, fáa høvi at keypa sær tað.
Veitslan er fyri limir, avvarðandi og onnur áhugað. Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna, at undirtøkan verður góð.
Vælkomin!
Nevndin