Í sambandi við, at Føroya Banki skal einskiljast annan ársfjórðing í 2007, bjóðar bankin frá fríggjadegnum 9. februar øllum at seta pening á eina nýggja konto, ið kallast Partakonto. Partakonto er ein vanlig innlánskonto, sum kann geva væl hægri rentu enn vanlig innlán
Á Partakonto er byrjunarrentan 3,25 prosent. Um innistandandi peningurin verður nýttur at keypa partabrøv í Føroya Banka, tá partabrævasølan byrjar seinni í ár, verða 3,25 prosent í ískoytisrentu løgd omaná byrjunarrentuna. Tilsamans kann hægsta renta á Partakonto sostatt gerast 6,5 prosent p.a.
Øll eru vælkomin at seta pening á Partakonto í bankanum. Upphæddin skal í minsta lagi vera 5.000 kr. og í mesta lagi 500.000 kr. fyri hvørja Partakonto.
"Vit hava gjørt hetta nýggja produktið, tí vit vilja eggja so nógvum fólkum sum gjørligt til at keypa partabrøv í Føroya Banka. Vit ætla, at bankin skal gerast fólkaogn hjá føroyingum. Soleiðis sum bankin er fyri, ivast vit ikki í, at tey, sum velja at keypa partabrøv í bankanum, fara at gera eina góða íløgu," sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Tilgongdin at einskilja Føroya Banka er komin væl ávegis. Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur 99,4 prosent av partabrøvunum í Føroya Banka, valdi fyri jól 2006 svenska Handelsbanken Capital Markets sum ráðgeva í einskiljingartilgongdini. Grunnurin, ráðgevararnir og bankin fyrireika í løtuni sjálva einskiljingina.
Bankin tekur ongan eyka kostnað fyri at stovna Partakonto ella at avgreiða partabrævasøluna.
Vinarlig heilsan
FØROYA BANKI




