Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Partnarin springur við síðunar av

Danial Viðoy

Hagtøl: Føroyingar fáa alsamt meiri hug, at hugna sær hinumegin hegnið. Hetta gongur sjálvsagt út yvir pør, og yvir skrásettar skilsmissur sæst ein vøkstur, tíanverri.

Hagtøl: Føroyingar fáa alsamt meiri hug, at hugna sær hinumegin hegnið. Hetta gongur sjálvsagt út yvir pør, og yvir skrásettar skilsmissur sæst ein vøkstur, tíanverri.

Í 2012 vóru 237 vígslur hildnar í Føroyum. Av øllum teimum vóru 170 í fólkakirkjuni.

Ríkisumboðsmaðurin varð noyddur at skilja 6 hjúnarbond í 2012 við dómi.

72 skilsmissir vóru gjørdar í samráði við bæði hetta sama árið. Í 59 av skilsmissunum var orsøkin, ja vit kunnu siga: kølnaður kærleiki. Í 11 av førunum var orsøkin ótrúskapur. 2 hjúnarbond vóru slitin orsakað av tveimum árum, uttan at hava sæð hvønnannan.

2012 er í mun til 2011 eitt vet betri. Tí í 2011 vóru 8 hjúnarbond slitin við dómi og 79 í samráði við bæði tvey. Hesaferð vóru 12 pør skild orsakað av ótrúskapi.

Eisini innan fyri giftuna vóru føroyingar raskari í 2012. Tí í 2011 vóru bert 206 vígslur í mun til 237 í fjør.

Skilsmissur gerast – tíanverri – fleiri og fleiri ár eftir ár, taka vit støðið í teimum seinastu 10-15 árunum. Í 2005 vóru til dømis 59 og í 2006 62 skilsmissur. Tað veksur spakuliga ár fyri ár.

Kelda: Ríkisumboðsmaðurin