Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Partur av medisininum afturkomið

Oliver Joensen

Av politistøðini frætta vit nú, at í samband við handtøkurnar er ein stórur partur av stolna medisininum afturkomið, men fólk eiga framvegis vera ansin, tí enn veit politiið ikki um alla nøgdina.

Sum kunngjørt varð av politistøðini í gjárkvøldið, so var sera vandamikið medisin tikið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í samband við handtøkurnar, sum eru gjørdar í nátt og í morgun, hevur politiið funnið ein stóran part av medisininum, men ikki alt og tá medisinið er sera vandamikið, stendur ávaringin frá politinum við, har fólk vera biðin um at vera varin og siga politinum frá um tey vita um ella fáa medisin boðið.
Uppá fyrispurning okkara um allar sakirnar, seinastu dagarnar eru uppkláraðar verður sagt, at tað bendir alt á, men at tað tó ikki liggur fast, tí politiið er ikki liðugt við allar avhoyringarnar.

Harleywoodpaint