P-Dagur 13. Mars 2009! Nú vit nærkast ljósari tíðum og vári er í nánd, er Páskabryggið hjá Føroya Bjór bryggjað!
Hin fyrsta páskabjórin frá Føroya Bjór sá dagsins ljós í 1982.
Eins og unadanfarin ár, verður serliga nógv gjørt burtur úr góðskuni og smakkinum á hesum bjóri.
Bjórin er bert bryggjað í avmarkaðari nøgd.
Páskabryggið er rav-gylt og hevur eina góða javnvág í søtleika og beiskleika. Perfekt til Páskahøgtíðina og páska-borðið!
Frá Føroya Bjór verður sagt, at tey eru sera vælnøgd við Páskabryggið 2009.




