Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páskamøtir á Toftum

John William Joensen

Sum vanligt hevur verið í fleiri ár, hava páskamøtini byrja í Nerija á Skála, og hava síðani hildið fram í ítróttarhøllini í Runavíkini. Í ár verður tað ikki soleiðis, tí stórarbeiði fer fram í samband við høllina.

BRØÐRASAMKOMURNAR

Á SKÁLAFJØRÐINUM –

PÁSKAMØTIR

Broytingar í ár!

Sum vanligt hevur verið í fleiri ár, hava páskamøtini byrja í Nerija á Skála, og hava síðani hildið fram í ítróttarhøllini í Runavíkini. Í ár verður tað ikki soleiðis, tí stórarbeiði fer fram í samband við høllina.

Páskamøtini byrja í Nebo á Toftum skiriskvøld og langa fríggjadagskvøld, bæði kvøldini kl.19.00, og ungdómsmøtir verða hesi kvøldini í Nebo kl.22.00

Yvir um fjørð

Páskaaftan verður farið yvir um fjørð. Leygardagin og fyrra páskadag verða møtini í Ítróttarhøllina á Skála. Hetta er fyrstu ferð, at páskamøtini verða hildin í høllini á Skála.

Sunnudagin, fyrra páskadag, verður bjóða til nátturða í høllini millum møtini kl.16.00 og kl.19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin bæði til møtini og til nátturðan.

Páskamøtini endað sunnukvøldið kl.22.00 Eingi møtir vera annan páskadag.

Børnini

Undir breyðbrótingini, sum verður fyrra páskadag, er sunnudagsskúli í kantinuni í høllini, og samstundis sum uppbyggingarmøti verður kl.16.00 er barnamøti, sum eisini verður í kantinuni.

Ungdómsmøtir

Meðan páskamøtini eru bjóða samkomurnar á Skálafjørðinum til fýra ungdómsmøtir, sum verða bæði í Nebo og í høllini á Skála, sí skránna. Ungdómurin letur heilsa og sigur, at tað gleðir tey altið at síggja tey tilkomnu og eldru vera við á ungdómsmøtunum.

SKRÁIN YVIR PÁSKAMØTINI:

Skíriskvøld í Nebo:

Evangeliskt møti kl.19.00

Ungdómsmøti kl.22.00

Langa fríggjadag í Nebo:

Evangeliskt møti kl. 19.00

Ungdómsmøti kl.22.00

Leygarkvøldið í høllini á Skála:

Evangeliskt møti kl.19.00

Ungdómsmøti kl.22.00

Fyrra Páskadag í høllini á Skála:

Breyðbróting kl.11.00

Sunnudagsskúli kl.11.00

Uppbyggingarmøti kl.16.00

Nátturði í høllini millum møtini

Evangeliskt møti kl.19.00

Ungdómsmøti kl.22.00