Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Hon verður hildin undir heitinum: Við kross Kristusar.
Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Hon verður hildin undir heitinum: Við kross Kristusar.
Tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum.
Møtini vera frá skírisdegi, 17. apríl, til 2. páskadag, 21. apríl. Møtini skírisdag og langa fríggjadag vera í Siloa kl. 18. Símun Absalonsen talar á báðum møtunum. Eitt stórt barnatiltak verður í Siloa leygardagin 19. apríl kl. 15.
Síðani verður farið í Ítróttarhøllina á Kambsdali leygardagin, har møti verður kl. 20. Anja Nielsen talar. Páskadag eru møti kl. 16, Klæmint Eliasen og Páll á Lakjuni tala, og kl. 19, Símun Absalonsen talar. Millum møtini er nátturði til øll. Endað verður við eini sangløtu í Siloa 2. páskadag kl. 20.
Ungdómsmøti vera langa fríggjakvøld kl. 21 í Siloa og á Kambsdali leygarkvøldið og páskakvøld kl. 22. Skráin sæst á siloa.fo.




