Pauli Poulsen verður eisini í 2014 hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein.
Tá KÍ skifti venjara miskeiðis í kappingini í fjør, bleiv sáttmáli gjørdur við Eyðun Klakstein sum høvuðsvenjara og Paula Poulsen sum hjálparvenjara. Eyðun gjørdi sáttmála til og við kappingarárinum 2014, meðan Pauli gjørdi sáttmála fyri 2013. Sostatt hevur ivi verið um í eina tíð, hvør fór at vera hjálparvenjari hjá KÍ í ár. Men til venjingina mánakvøldið í hesi vikuni var Pauli aftur at síggja á vøllinum og Niclas K. Niclasen, dagligur leiðari í KÍ, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at sáttmáli er gjørdur við Paula Poulsen fyri kappingarárið 2014.
Sostatt fer KÍ í Paula at hava ein tann mest roynda hjálparvenjaran í deildini.




