Tað var Pauli Olsen úr Hoyvík ið vann krovið frá Levi Joensen sum Norðlýsið burturlutaði á Atlantic Fair í Klaksvík.
Pauli var framvið á bási okkara og tippaði HB til at vinna dystin. Soleiðis bleiv, og vóru vit sostatt framvið hjá Paula í Hoyvík í dag og góvu honum boðini. Blíður og tíður var hann, og eisini bjóðaði hann okkum inná gólvið.
Sjálvur er Pauli HB’ari, og var eisini og hugdi at dystinum í gjárakvøldið. Lagið var sjálvsagt gott eftir dystin í gjár.
Pauli er sjálvur sjómaður og siglir við grønlendskum trolara. Hann skal burtur í næstum, og hann gleddi seg annars eisini at prøva kjøtið frá Levi Joensen, tá teir kennast væl.



