Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pecha Kucha kvøld í Archie’s Studio!

Archie’s Studio

20 slides á 20 sekund kl 20:20 hóskvøldið 26. sept.

20 slides á 20 sekund kl 20:20

Hóskvøldið 26. september fara Gunvá við Keldu, Steintór Rasmussen, Beinta Á. Gregersen, Eyðbjørn Jacobsen, Annika Waag, Niels Juul Arge og Sigbritt við Neyst at hava stuttar áhugaverdar fyrilestrar á Pecha Kucha tiltaki í kafé Archie’s.

Pecha Kucha er eitt originalt íkast, har fólk í lokalumhvørvinum fáa eina avmarkaða tíð til at tosa um eitthvørt áhugavert, tey takast við í dagligdegnum. Framløgurnar skulu haldast innanfyri 20 slides á 20 sekund hvør.

Byrjað verður kl. 20 við live tónleiki, meðan framløgurnar sera passandi fara ígongd kl. 20:20.

Møtið fjølment, ókeypis atgongd.