Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pedagogar eru ofta sjúkir

Danial Viðoy

Góðan morgun: Tey, ið ofta standa fyri at passa okkara børn, eru teir arbeiðararnir við hægstu sjúkrafráveru. Pedagogarnir ella námsfrøðingarnir meina sjálvir, at orsøkin er sjúk børn og ov nógv børn til hvønn arbeiðara.

Góðan morgun: Tey, ið ofta standa fyri at passa okkara børn, eru teir arbeiðararnir við hægstu sjúkrafráveru. Pedagogarnir ella námsfrøðingarnir meina sjálvir, at orsøkin er sjúk børn og ov nógv børn til hvønn arbeiðara.

Danmark: Á danska arbeiðsmarknaðinum dragast tey við ein trupulleika, sum er, at pedagogar forsøma ov nógvar arbeiðsdagar. Samanborið við lærarar, missa pedagogar 30% fleiri arbeiðsdagar enn lærarir.

Í miðal missir ein pedagogur 13,5 arbeiðsdagar um árið; og hetta er alt ov nógv, meta serfrøðingar á økinum og serfrøðingar innan samfelagsbúskap.

– Hetta er ikki bert dýrt fyri pengakassan, sigur Stig Broström og fortelur víðari:

– Tað ávirkar eisini børnini á stovnunum, tí børn gerast ótrygg, um ov nógvar útskiftingar eru á arbeiðsplássinum. Børn hava lyndið at leggja seg tætt at einum vaksnum og um hesin í tíð og ótíð er burtur, ja, so ávirkar tað sjálvsagt barnið.

Mia Amalia Holstein sigur, at um miðaltalið av sjúkrafráveruni hjá pedagogunum fór niður í eina helvt, so var møguligt at spara 365 milliónir krónur.

– Við hesum milliónunum kundu vit sett 1000 pedagogar í starv afturat, sigur hon eisini.

Kelda: Søndagsavisen