Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pedagogar og hjálparfólk

(Hannefía Joensen)

Søkt verður eftir 3 pedagogum 30 tíma viku at byrja 1.august ella eftir nærri avtalu, og eftir 1 avloysara fyri hjálparfólki í farloyvi, 20 tíma viku, at byrja 1.august 2008.

Størvini eru í stovu við 20 børnum í aldrinum 3 til 5 ár, og stovu við børnumí aldinum 6/7 ár. Stovnurin er opin frá 7.30 til 17.30.

Tað vit ynskja, er
• at tú tímir at vera saman við børnum inni sum úti og geva teimum nakrar spennandi og mennandi útfordringar / upplivingar
• at tú vilt verða ein partur av menningini av stovninum
• at tú vilt virka undir og saman við leiðsluni
• at tú ert opin fyri nýhugsan og broytingum
• at tú ert ein góður samstarvspartnari
• at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt

Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:
• 90 praktfull børn
• ríkidømi, ikki í pengum, men upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.

Tú kanst fara inn á heimasíðina www.margretha.fo og lesa meira um okkum.

Lønar- og setunarviðurskiftir eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og er lønarsatsurin 11 / 18 og 1 / 7.

Um ikki pedagogar søkja størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsókn við avritið av prógvi og møgiligum ummælum verða at senda til :
Dr. Margrethu Barnagarð
Gerðagøta 14,
Fo- Klaksvík

Í seinasta lagi fríggjadagin 13 juni 2008. Setunarsamrøður verða í viku 25 /26.

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til leiðaran Marjun Lassen ella varðaleiðaran Súsonnu Ziska á tlf. 455557 lokal 10.
________________________________________________

DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐUR v/ KFUM & K
Gerðagøta FO-700 Klaksvík Telefon 455557 Telefaks 457657
Teldupostur: margretha@margrehta.fo
Heimasíða : www.margetha.fo