Pedagogfelagið hevur skrivað út eina fráboðan til sínar limir, sum vit endurgeva.
Pedagogfelagið skrivaði undir sáttmála við lønardeildina á Fíggjarmálaráðum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í nátt. Pedagogfelagið legði í dag út fráboðn á sín facebook-vanga til sínar limir. Fráboðanin kann lesas niðanfyri.
Um semjuna í nátt (sí lønartalvur her: http://pedagogfelag.fo/ti-i…/her-er-semjan-og-lonartalvurnar
Í nýggja sáttmálanum hava vit gjørt batar, sum raka breitt hjá øllum limum. Øll merkja ein lønarvøksur, har tað tó eru nøkur, sum merkja hann meira enn onnur.
Hjálparfólk fara frá 10% til 12% í eftirløn. Avtala er um, at tey, sum hava verið longst í starvið, sleppa eitt lønarstig longur upp.
Vit hava eisini fingið eina nýggja flokking, sum verður kallað námsfrøðiligur atstøðingur, ella pædagogisk asisstent á donskum.
Flokkingin krevur útbúgving, sum í løtuni ikki er tøk í Føroyum. Ætlanin er at gera eina roynd at fáa útbúgvingina til Føroyar, so tað verður smidligari at útbúgva seg á námsfrøðiliga økinum.
Fyri námsfrøðingar henda týðandi broytingar. Størsti munurin er, at endalønin hækkar við 12%, sum merkir eina hækking á 3600 krónur.
Eisini verður broytingar gjørdar fyri tænastumannasettar námsfrøðingar – ið eisini fáa sína endaløn javnsett við sáttmálasett.
Skalagongdin til endalønina er eisini stytt úr 16 til 14 ár.
Tað merkir, at fólk ganga skjótari upp eftir stiganum.
Leiðslurnar fáa eisini nøkur munandi lønarlyft, sum serliga síggjast aftur á dagstovna- og bústovnaøkinum. Lønarstigini eru broytt frá 4 til 3, og stigtalsskipanarstøddirnar eru minkaðar úr 5 til 3 støddir.
Av øðrum broytingum, sum raka breitt, kann t.d. nevnast ein . Dagførd barsilsáseting, har umleið 4 vikur verða lagdar afturat verandi áseting, og so er arbeiðsgevarin saman við pedagogfelagnum, samd um, at ein námsfrøðilig leiðsluútbúgving skal setast á stovn, á sama hátt, sum tað hevur verið gjørt fyri lærarar.
Samanumtikið peikar sáttmálin rætta vegin, tó vit enn hava nógv at stríðast fyri vegna tykkum limir. Og tað fara vit eisini at gera.
Myndirnar eigur Pedagogfelagið



