Ríkin N. Djurhuus tippar her um, hvussu endaliga støðan í Effodeildini 2016 verður.
Ríkin er íðin HB viðhaldsmaður. Hann væntar tó, at FM endar hjá grannunum aftur í ár.
Ríkin væntar, at endaliga støðan verður hendan:
1. B36
2. Víkingur
3. KÍ
4. NSÍ
5. HB
6. ÍF
7. AB
8. Skála
9. TB
10. B68
Hví verður júst B36 FM vinnari?
B36 hevur tann stórtsæð sama hópin í mun til undanfarna árið, tó so Hans Pauli Samuelsen er farin til Víking, men sum bleiv sagt – Lið hava vunnið FM uttan Hans Paula fyrr! Eg vænti teir halda somu gongdina, við øðrum leikarum ið taka yvir, eftir teimum sum eru farnir burturúr. Eyðun Klakkstein sær út til at hava funnið røttu uppskriftina til samansetingina av hópinum, og spælistílurin verður nokk í sama standi sum í fjør. Profilarnir hjá teimum eru enn í hópinum, umframt at Cieslewicz og Róaldur skuffa nokk eiheldur í ár.
Hvør verður ársins leikari?
Um B36 vinnur FM í ár, so verður tað uttan iva við Lukasz Cieslewicz sum ársins leikara. Tað munnu verða fá sum ivast í hansara kvalitetum.
Hvør leikari á HB liðnum fær sítt gjøgnumbrot í ár?
HB liðið í ár er ungt, men hinvegin so verður tvungið at brúka teir ungu leikararnar, her kann verða gjørligt at onkur av teimum veruligan bítur seg fastan á liðið. Jákup F. Hansen sær út til at skula vera fastur maður í miðverjuni, undir liðini á Johan Troest, um hann megnar hesa uppgávu, í sama mun sum síðumaðurin, so er eingin ivi um at hann verður ein av lyklaleikarunum frameftir. Í tí meira framatrættaða spælinum verður lagt upp til at Teit Jacobsen møguligan fær nógva spælitíð. Hann hevur verið ein profilur í teimum yngru rekkjunum, og hevur víst sítt virði tá tað hevur staðið nógv á, so spennandi verður at síggja um hann megnar at flyta hetta støði yvir til effo-deildina, og at verða fremsti maður á HB liðnum.
Hvat er lykilin til eitt gott úrslit hjá HB í ár?
Liðið er í einari jaligari menning, hóast stóra frágongd, so letur til at nógv orka er løgd í teir leikarar ið umboða liðið í løtuni. Royndirnar eru kanska ikki nógvar hjá ymsum av leikarunum, men har eru royndir menn ímillum, og spennandi verður at síggja hvussu hesir megna, at taka ábyrgd og halda liðnum uppi, tá mótgongdin kemur, ella heldur um mótgongdin kemur.
Les eisini aðrar tippingar her:




