Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pelagos fekk telefonstorm

Jákup Ósá

Virkisleiðarin greiðir frá, hvussu nógv fólk hava ringt seinasta døgnið.

200 fólk hava seinasta døgnið bjóðað seg fram at arbeiða, so nú er okkara trupulleiki loystur, sigur virkisleiðarin á Pelagos, Fríðin Ziskason. 

Tað var beint eftir middag í gjár, at Pelagos í Fuglafirði eftirlýsti arbeiðsfólki á nordlysid.fo og seinni á KVF. Virkið hevði brúk fyri fólkið at byrja antin í gjár ella í morgun. Hetta gav úrslit, tí hóast virkið manglaði eini 50 arbeiðsfólk, so bleiv telefonstormur, tí heili 200 fólk hava seinasta døgnið bjóðað seg fram at arbeiða á Pelagos. 

Virkisleiðarin Fríðin Ziskason sigur, at nú mangla teir ikki meira fólk og enntá er langur bíðilisti.