Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pelagos í Fuglafirði søkir: elektrikarar, maskinmenn/maskinsmiðir og arbeiðsmenn

Lýsing

Nýggja uppsjóvarvirkinum, Pelagos, tørvar fólk til at vera við til at seta sjálva verksmiðjuna, frystingina v.m. upp. Arbeiðið gongur við fullari ferð.

Starvsbyrjan er umleið 1. mei 2014 og arbeitt verður til virkið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður talan um langar arbeiðsdagar. 6 dagar um vikuna.

Verður tú partur av toyminum, sum fer at byggja virkið, so fert tú eisini at standa frammarlaga í røðini, tá føst størv skulu setast á virkinum í sambandi við rakstur og framleiðslu.

Løn verður latin sambært avtalu.


Okkum tørva:


Elektrikarar:

Í fyrstu atløgu verður talan um 4 elektrikarar. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir við plc-stýringum, køling og framleiðslu.


Maskinmenn/maskinsmiðir:

Í fyrstu atløgu verður talan um 4 maskinmenn/maskinsmiðir. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir við køling og framleiðslu.


Arbeiðsmenn:

Í fyrstu atløgu verður talan um 4 arbeiðsmenn.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Peter Holm á telefon 581 502 ella við t-brævi til psholm@me.com.

Umsóknir skulu sendast við t-brævi tilpsholm@me.comí seinasta lagi 15. apríl 2014.