Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pengar eru ikki alt…heldur ikki í almanna og heilsuverkinum!

John William Joensen

Nógvu døpru yvirskriftirnar í bløðunum um føroyska almanna og heilsuverkið, siga ikki allan sannleikan.

Men tær áttu at sagt okkum somikið, at pengar eru ikki alt, sum skal til. Í longdini vinnur føroyska samfelagið við at leggja seg eftir at stýra, heldur enn bert at brúka.

Brúka og keypa, heldur enn at stýra.
Sitandi samgonga hevur roynt at marknaðarført seg við, at hon hevur brúkt eina hálva milliard meiri til almanna og heilsumál. Og rætt er tað. Men hvat sigur tað okkum um politiska avrikið. Kanska sigur tað okkum at politiski myndugleikin bara hevur valt at geva eftir, í hvørjum einstøkum truplum máli, heldur enn at loysa trupulleikan frá rótini. Málið um stovnin á Argjum, fullteggjaður av starvsfólki, men við ongum brúkara, er dømi um hvussu tú lendur, tá málið bert er at brúka og keypa, heldur enn at tilrættisleggja og stýra.

9 av 10 nøgd?
Nøgdsemiskanningin segði okkum, at 9 av 10 vóru nøgd. Men er tað nú rætt! Ein lítil helvt, hevði ikki svarað spurningunum. Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tey sum ikki svaraðu, eru tey stak ónøgdu, ella í versta føri, tey sum doyðu í føroyska heilsuverkinum. Tað er tí týdningarmikið, um slíkar kanningar skulu hava trúvirði, at ætlanin við teimum, ikki bert er at vaska politisku skipanina reina, men ein læra um dygdina í heilsuverkinum, og at betra um heilsutrygdina hjá okkara fólki.

Menningarætlan
Tað varð undanfarna samgonga, sum saman við kommununum, legði til brots í einari veruligari menningarætlan á eldra-, og heilsuøkinum. Aftaná eitt tíðarskeið við ongari ellis og røktarheimsbygging í 12 ár, vóru lunnar lagdir undir 123 røktarheims og sambýlispláss. Tey standa øll uppi í dag. Men tað var í tøkum tíma, tí vit kunnu bara ímynda okkum trýstið á heimarøktina og nýggja landssjúkrahúsið, sum eisini varð bygt tá, um vit ikki høvdu raðfest nógv nýggj ellis og reøktarheim. Økisterapiin og samdøgursrøktin, og ein munandi styrkt heilsufrøðiskipan, sóu eisini dagsins ljós í undanfarnu samgongu.

Venjingarmiðstøð fyri langtíðarsjúk
Størsta afturstigið á heilsuøkinum, hjá sitandi samgongu, var tá hon gjørdi av at strika hjartamálið hjá mær, ætlaðu venjingarmiðstøðina fyri langtíðarsjúk. Við tí úrsliti, at vit í dag senda rúgvuvís av sjúklingum uttanlands, sum vit væl og virðiliga kundu skipað viðgerðartilboð til í Føroyum.

Væl stýrdar krónur, eru vunnar krónur
Tað er gleðiligt at sitandi samgonga hevur valt at fylgja menningarætlanini, men tað er líka so harmiligt at man hevur slept stýringini, serliga fíggjarstýringini. Eg minnist ikki hvussu oftani landsstýrismaðurin hevur biðið um eykajáttan til Landssjúkrahúsið, í skjótt farna valskeiði, men í einu umbønini verður sagt beinleiðis, at eingin fíggjarstýring er á Landsjúkrahúsinum, og soleiðis kan staðfestast á øðrum økjum eisini.

Stýra, heldur enn bert at brúka!
Krøvini til vælferðartænastur koma undir trýst í øllum okkara grannalondum. Somuleiðis hjá okkum. Tað ræður at fáa sum mest fyri peningin. Læran er einføld. Hvør spard króna, er ein vunnin króna, til onnur vælferðarøki sum tørva. Í longdini vinna vit við at stýra, heldur enn bert at brúka.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi