Í hugleiðing síni um framtíðar vánir fyri KÍ, hevur blaðstjórin á Norðlýsinum hug at skjóta við skørpum eftir miðstaðarfeløgm – og kanska eisini íløgunum í Tórsvøll. Eg kundi sjálvandi valt at latið hetta farið framvið, men sum fótbóltsáhugaður generelt og sum partur av B36 haldi eg, at eitt aftursvar er upp á sítt pláss. Eitt aftursvar, sum tó ikki snýr seg um tann partin av greinini, sum er adresseraður til leiðsluna í KÍ. Har eru klaksvíkingar vónandi betur enn eg førir fyri at meta um, hvussu felagið skal rekast.
Í hugleiðing síni um framtíðar vánir fyri KÍ, hevur blaðstjórin á Norðlýsinum hug at skjóta við skørpum eftir miðstaðarfeløgm – og kanska eisini íløgunum í Tórsvøll.
Eg kundi sjálvandi valt at latið hetta farið framvið, men sum fótbóltsáhugaður generelt og sum partur av B36 haldi eg, at eitt aftursvar er upp á sítt pláss. Eitt aftursvar, sum tó ikki snýr seg um tann partin av greinini, sum er adresseraður til leiðsluna í KÍ. Har eru klaksvíkingar vónandi betur enn eg førir fyri at meta um, hvussu felagið skal rekast.
Hinvegin kann eg vissuliga staðfesta, at tað ikki er “eyka kapitalstyrki”, sum hevur vunnið B36 tvey FM-heiti á rað.
B36 er langt ífrá tað felagið, sum gongur á odda við at trýsta lønarlagið í føroyskum fótbólti uppeftir. Og ein stórur pengakassi er á ongan máta ein garantur fyri skilagóðum rakstri – heldur man føroyska fótbóltssøgan prógva tað øvuta.
Eg skal geva John Williami rætt í, at UEFA-milliónirnar, sum koma til landið umvegis altjóða luttøku, í stóran mun eru endaðar hjá feløgum, sum eru miðsavnað kring høvuðsstaðin og Eysturoynna. Tað ber tó illa til at geva FSF, B36 ella øðrum feløgum skuldina fyri hetta. Veruleikin er nevnliga, at UEFA ásetur, hvussu hesin peningur skal útlutast. Partvíst kunnu hesar reglur tillagast føroyskum viðurskiftum, men tað krevur, at ØLL feløg eru samd um ein nýggjan leist, og tann semjan verður helst trupul at finna.
Veruleikin er eisini, at av mongu milliónunum, sum so ella so koma til FSF frá UEFA, er fyri meginpartin galdandi, at upphæddirnar eru oyramerktar til ymisk endamál. Eitt nú dómaraøkið, ungdómslandslið, kvinnulandslið, stadionbygging o.s.fr.
Og kanska mest týdningarmikið, so er tað eitt púrasta greitt krav í teimum førum, har FSF kann stuðla feløgunum við UEFA-pengum, at peningurin verður nýttur til menning (stjørnufótbóltur/MAFF) ella til betran av fasilitetum/infrastrukturi (hattrick). Við øðrum orðum kann FSF ikki veita stuðul rakstur av feløgunum. Tó við undantaki av tí yvirskoti, sum felagsskapurin møguliga kann akkumulera.
Leggjast kann afturat, at tað nú heldur ikki er heilt einki, sum FSF kann stuðla til betraðar facilitetir hjá feløgunum. Samlaða puljan er her einar 12 mió kr., og nógva staðni kring landið hevur hetta givið rúm fyri bæði spennandi og skilagóðum íløgum. Og skipanin við stjørnufótbólti er avgjørt við til at lyfta ungdómsarbeiðið í nógvum feløgum.
Spælaramenning
John William nevnir týdningin av leikaramenningini í sínum innleggi, og tað er fyrst og fremst her, at vit skulu leita, um vit skulu lyfta føroyskan fótbólt longur framá. Ikki tí at hetta endiliga vil skapa eina javnari kapping um spælararnar. Men tú skapar altso heldur ikki framburð við at javnseta øll.
Men tað er ein trupulleiki, at feløg í dag mest sum als ikki verða premierað, um menningararbeiðið er gott.
Í leikarareglugerðini hjá FSF eru ásetingar fyri, hvussu feløg skulu samsýnast fyri menningararbeiðið, tá ungir spælarar skifta felag.
Men hesar reglur eru langt ífrá optimalar. Veruleikin er, at tær eru eitt politiskt neyðaregg, tí feløgini megnaðu ikki at finna nakra semju, áðrenn evstamarkið frá UEFA kravdi, at ein reglugerð skuldi verða á økinum.
Stóra brekið er, at tær mest sum ikki gera mun á lorti og pannukøkum. Eingi kriterium eru fyri dygdini yvirhøvur, og tað er ein stór forðing fyri einum rættvísum endurgjaldi fyri spælaramenning.
Sjálvur havi eg tvær ferðir á FSF-fundum – har øll feløgini eru umboðað – havt uppskot um, hvussu hesar reglur kunnu dagførast.
Mítt uppskot var, at endurgjaldið verður regulerað eftir ávísum góðskukriterium. Eitt nú við tali av U-landsdystum. Tað vildi viðført, at velur t.d. B36 at “henta” ein ungan spælara, sum hevur spælt hópin av U-landsdystum, so vil hesin eisini kosta munandi meira á kontini fyri leikaramenning. Hinvegin vil ein spælari, ið als ikki hevur spælt á nøkrum U-landsliði ikki kosta nakað stórvegis. Líknandi skipan er eitt nú í Íslandi.
Hetta rakar ikki rætt í øllum førum. Men er talan um evnaríkan spælara, so er hampuliga sannlíkt, at viðkomandi hevur spælt nógvar U-landsdystir. Og er tráðanin eftir spælaranum nóg stór, so skal keypandi felagið nokk rinda.
Tað hevur tó verið so sum so við undirtøkuni fyri hesum, og tað sigur helst nakað um, at feløgini kanska slettis ikki eru áhugað í slíkum reglum, hóast tað ofta verður tosað um, hvussu miðstaðurin kaprar spælarar til sín. Málið endaði á sinni við, at umsitingin skuldi kanna leistin aðrastaðni, men enn er so eingin niðurstøða gjørd í hesum. Tað í sjálvum sær kann helst eisini tulkast uppá nógvar mátar, men ein sannleiki er helst (again), at feløgini als ikki ynskja, at spælaramenningin verður virðissett. Sagt øðrvísi, so ynskja fleiri teirra helst, reglan bert skal virka annan vegin.
Kritikkarar av uppskotinum vilja helst siga, at hetta fer at læsa spælarar í smærru feløgunum, sum tá kunnu krevja (ov) stórar upphæddir fyri teir.
Eg eri bara ikki samdur í hesum. Í ringasta – kanska besta – føri ber tað við sær, at keypandi felagið noyðist at lækka lønarútreiðslurnar til spælarahópin, meðan mennandi felagið fær eyka ressourcir til menningarbeiðið.
Ævigi sannleikin
At finna endaliga sannleikan um, hvussu fótbólturin mennist best, er ikki nøkur løtt uppgáva.
Men eg eri púrasta sannførdur um, at ein útjavningarskipan millum feløgini neyvan fer at muna nakað stórvegis tann rætta vegin.
Skal leikaramenning fremjast, so er eisini neyðugt at premiera teimum, sum útinna besta arbeiðið. Tað fara altíð at vera nøkur feløg, sum eru størri enn hini, og náttúrukreftirnar vilja aloftast draga bestu spælararnar móti hesum feløgum. Men kunnu vit skapa karmar, sum tryggja, at pengastreymurin til menningarfeløgini – grasrøturnar – verður størri, heldur enn økja um lønarlagið millum fremstu spælararnar, so hava vit vunnið nógv.
Og í øllum førum skulu míni ráð til John William vera, at tú sjáldan skapar nakra menning við at hyggja eftir grøna grasinum hinumegin




