Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pengar streyma inn í Kommunukassarnar

John William Joensen

Tað gongur fantastiska væl í føroyska búskapinum og tað sæst aftur hjá kommununum. Sum gongdin er í løtuni fáa kommunurnar omanfyri 90 mió. kr. í meirinntøkum í ár í mun til 2014 hóast lækkandi skattaprosent.

Nýggjastu inntøkutølini hjá TAKS vísa at kommunurnar fram til september hava havt 64 mió. kr. í meir inntøkum og framroknað gevur tað góðar 90 mió. kr. fyri alt árið.

Tórshavnar Kommuna kann roknað við umleið 35 mió. kr. í meir inntøkum hóast skattaprosenti er lækka og Klaksvíkar Kommuna fær næstan 20 mió. kr. meira í kassan í ár enn í 2014.

Í prosentum er vøksturin í inntøkum størstur hjá Klaksvíkar Kommunu, næstan 13% meðan Tórshavnar Kommuna hevur ein vøkstur uppá 5,15%

Sí tøl frá taks.