Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Peningurin fer til veðurlagsstríðið

Tíðindaskriv

Vit bæði, Sjúrður Hammer og Gunnhild Dahl Niclasen, stilla upp til Umboðsráðið hjá Betri.

Verða vit vald, fer peningurin, ið hesin sessur gevur, latin til átakið Veðurlagslóg NÚ. Vit stilla upp, tí vit halda, at Betri samtakið skal vera ein partur av stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum. Tað kann Betri millum annað gera við at taka allan sín pening úr kolvetnisvinnum.

Hjálp okkum í veðurlagsstríðnum.

Vel eitt grønt umboð í Umboðsráðið – og samsýningin fer beinleiðis til stríðið ímóti veðurlagsbroytingum.

Vel grønt, vel framtíðina.