segði Tórbjørn Jacobsen, sum kallaði Anfinn Kallsberg fyri størsta skemtaran á tingi
– Annfinn hevur sitið og hugt út gjøgnum vindeyga í køkinum og hugt at Svínoyggini í nógv harrans ár og hevur ikki rætt hond frá síðu.
– Nú val er lovar hann at peningur skal regnað niður yvir svínoyingar.
– Hetta er láturligt og serliga tá hugsað verður um at Annfinn atkvøddi ímóti uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at kannað undirstøðiskervið í svínoyggini.
– Tað tragiska í øllum hesum er at teir pengar sum vóru avsettir til tyrlupallarnar úti í Fugloy nú eru fluttir og brúktir til eina nýggja kantinu í tinganesi.
– So kann løgmaður bara bjóða fugloyingum til hátíðarhaldið ísamband við at kantinan verður tikin í brúk – so er sjónleikurin fullkomin.




