Í dag fóru 27 pensionistar úr dagtilhaldinum Sóljuni við Nørrønu til Noregs. Vit fingu eina mynd á Stangabrúnni beint eftir miðdag.
Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Dagtilhaldinum Sóljan sigur, at ferðalagið longu nú er komið umborð, og at tey eru í ferð við at fara til bingo umborð og seinni fara tey upp at eta eitthvørt gott. Kvinnurnar eru longu byrjaðar at hyggja í handlarnar umborð.
Í annaðkvøld koma vit til Bergen og tá er ætlanin at vit fara ein busstúr kring um í býnum tá vit hava skrivað okkum inn á hotellið.
Leygarmorgunin er so ætlanin at vit skulu fara ein shoppingtúr í Bergen og seinnapartin verður farið ein busstúr til Voss at hyggja okkum umkring.
Lagið er gott á øllum sigur Mamy og vit hava okkara egna harmonikulið við, nevniliga Regin og Birthe, so dansurin fer helst at ganga lystiliga um kvøldarnar.
Ferðalagið biður heilsa heima.




