19 tinglimir trýstu á grøna knøttin ímeðan 12 tinglimir trýstu á reyða knøttin. Pensiónsnýskipanin fer sostatt víðari til 3. viðgerð og verður mest sannlíkt eisini samtykt tá.
Samgongan saman við teimum báðum tinglimunum í Sjálvstýri og uttanflokkatinglimunum Magna Laksáfoss og Sonju Jógvansdóttir atkvøddu fyri pensiónsnýskipanini í kvøld.
Tað hevur verið drúgt orðaskifti um pensiónsnýskipanina, sum er eitt av stórmálunum hjá samgonguni. Orðaskifti tók eini 11 tímar, men júst nú fór tað so ígjøgnum við 19 fyri og 12 ímóti.
Ikki er greitt enn nær 3. viðgerð verður av pensiónsnýskipanini.


