ÍF kappróður hevur sett ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi til høvuðsvenjara í 2014.
ÍF kappróður hevur sett ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi til høvuðsvenjara í 2014.
ÍF kappróður boðar í kvøld frá, at samstarvsavtala er gjørd við Per Venned um at vera høvuðsvenjari í felagnum í 2014. Per hevur vunnið nógv við Klaksvíkar Róðrarfelag seinastu árini. Per hevur seinastu trý árini róð og vunnið við Klaksvíkingi og í 2010 vann hann FM heitið við Páll Fanga.
Í myndini er Dávur Juul, formaður í ÍF kappróðri, saman við nýggja høvuðsvenjaranum Per Venned.
Myndina eigur ÍF kappróður




