Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

PERLAN – eitt nýtt tilboð til børn í Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Til tess at betra tilboðið sambært § 5 í Dagstovnalogini til børn við serligum tørvi, hevur Klaksvíkar Kommuna latið upp serstovuna PERLAN, sum er partur av Barnahúsinum Margit, har móttøka verður fríggjadagin kl. 16:00.

Til tess at betra tilboðið sambært § 5 í Dagstovnalogini til børn við serligum tørvi, hevur Klaksvíkar Kommuna latið upp serstovuna PERLAN, sum er partur av Barnahúsinum Margit, har móttøka verður fríggjadagin kl. 16:00.

Sambært § 5 í Dagstovnalógini hava allar kommunur skyldu til at veita børnum við serligum tørvi tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi, nøktandi hølisumstøður og nøktandi námsfrøðilig tilboð.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hevur til uppgávu at røkja hesa seinast nevndu uppgávuna, at tryggja nøktandi námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, sum eru í aldrinum 0-9 ár, tvs. at menna og styrkja læringina og menningina hjá børnunum í kommununum við at ráðgeva børnum og familjum teirra, sum eru fevnd av grein 5 í dagstovnalógini, og syrgja fyri, at tey røttu tiltøkini verða sett í verk.

Her hevur býráðið samtykt at taka eitt ítøkiligt stig at menna og samskipa tænastuna á hesum týðandi øki við at lata upp serstovuna PERLAN.

Endamálið við PERLUNI er at savna vitan og starvsfólk við góðum førleikum, soleiðis at børn við serligum tørvi kunnu fáa ta best møguligu hjálpina til at mennast.

PERLAN, sum er normérað til 6 børn, er skipað sum partur av Barnahúsinum Margit. Har starvast í løtuni 3 starvsfólk.

Móttøkan í Barnahúsinum Margit verður fríggjadagin 6. desember 2013 kl. 16:00.

Klaksvík, 3. desember 2013

Jógvan Skorheim Jóhann Lützen
borgarstjóri formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung