Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Persónliga frælsið føroyinga tryggjað í Ríkisfelagsskapinum

Lesarabræv

Tá ið tosa verður um frælsi, hugsa flest okkara allarhelst um persónliga frælsið, ið er tryggjað øllum borgarum í Ríkisfelagsskapinum. Eingin borgari í Ríkisfelagsskapinum gongur í støðugum ótta og følir seg hóttan av myndugleikunum. Øll hava rætt at siga sína meining uttan at óttast myndugleikarnar, tí allir borgarar í Ríkisfelagsskapinum er vardir við lóg.

Slík framíhjárættindi hava so langt frá øll fólk í heiminum í dag. Í stórum parti í heiminum hava fólk einki frælsi til alment at siga sína hjartans meining, uttan at óttast, at myndugleikarnir koma trampandi á miðjari nátt og skræða tey úr seingini, fyri síðan at verða pínd til deyðis.

Vit eiga at minnast til, at tað frælsi, vit hava í Ríkisfelagsskapinum, er ment yvir fleiri hundrað ár, og tí er ikki neyðugt at fara úr felagsskapinum fyri at vinna okkum frælsi. Vit eiga harafturímóti at halda áfram at menna frælsa Ríkisfelagsskapin.

Havi tí ongantíð rættiliga skilt frælsisboðskapin hjá loysingarflokkunum. Hvat er tað fyri frælsi loysingarflokkarnir kunnu bjóða føroyingum, sum vit ikki hava í dag?

Vinjard Johansen