Læknin, frá vælumtóktu donsku sjónvarpssendingini, "Lægens bord" vitjar í hesum døgum vinfólk í Klaksvík.
Peter Q. Geisling var fyri fyrstu ferð í Føroyum í fjørð, tá P/F Iris skipaði fyri eini fyrilestrarrøð við honum kring um í landinum. Tá bjóðaði Niclas Heri Jákupsson, ið var ein av stigtakarunum, honum aftur til Føroya um hann hevði hug, á eina frítíðarferð.
Hóast Peter Q. Geiling ikki heilt slapp undan fyrilestrum á hesum túrinum, so hevur Niclas Heri Jákupsson skipa fyri, at danski læknin eisini rættuliga sleppur at síggja oyggjarnar.
Aftaná fyrilestur leygardagin fyri starvsfólkum í Norðoya Sparikassa, í Atlantis, hagani myndin er, var farið við nýggja ferðamannabátinum hjá Brandal norður á Kalsvík, har høvið var at síggja fuglameingið sum har búleikast har og sigast má, at læknin var bergtikin. Undir Borgaranum segði Peter Q. Geiling, at hann heilt vist kom aftur til føroya við vinfólki, tí hann helt, at í Føroyum var eitt gott høvi hjá fólki í hevði áhuga fyri fuglalívi, at koma nær náttúruni.




