Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petsi syngur í Atlantis

Høgni Klakkstein

Homeland framføra í Atlantis í kvøld, frí. 08/02. kl. 21:00

Hetta vikuskifti fáa føroyingar høvi at hoyra føroysku Petsi Tvørfoss saman við Sofie Hejslet og bólkinum Homeland spæla tríggjar konsertir kring landið
Bólkurin Homeland er fyrst og fremst í Sofia Hejslet, klaver og Petsi Tvørfoss, sang. Tær báðar hittust á Jysk Musikkonservatorium í 2004, har tær spældu eitt sindur saman. Seinni byrjaðu tær at skriva og komponera saman og hava gjørt tað síðani.

Í 2006 samlaðu tær fýra tónleikarar afturat, sum saman við teimum skuldu framføra teirra tónleik. Saman við hesum fýra hava Sofia og Petsi funnið ljóðið av Homeland, sum verður beskrivað sum positivt pop/soul. Inspiratiónin kemur fyrst og fremst frá rútmisku bakgrundini hjá Sofiu og føroysku bakgrundini hjá Petsi.

Homeland hevur havt fleiri konsertir í Danmark og tey gleða seg til at spæla tríggjar konsertir í Føroyum.

Konsertskráin sær soleiðis út:
Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið kl. 21
Losjuni í Gøtu, leygarkvøldið kl. 21
Klingruni í Norðurlandahúsinum,sunnudagin kl. 16. 

Atlantis