Hann er ættaður úr Ánunum, føddur 1. august 1935. Fróðarmaður er hann, blíður og áhugaverdur at hitta á máli, og nú eru mong ár síðani, at hann flutti heim á Kósina í Klaksvík.
Óli Olsen, skrivar:
Millum jólanna 1997 vitjaði eg Petur á Svøð og bað hann greiða eitt sindur frá lívsleiðini.
Barnaárini
Lat meg fyrst siga nøkur orð um pápa mín, Karl Johansen, Karl í Ánunum, sum tey søgdu. Hann var sjómaður alt sítt lív, sigldi við Polarfarinum og Viðoynni, og Nærabergi var hann við tann seinasta túrin, skipið gjørdi. Minnist meg rætt, so fyltu teir hann undir Íslandi eftir fimm døgum, so tað var nógvur fiskur. Teir komu heim, og pápi átti ikki tørn at fara niður við tann túrin. Minnist, at vit høvdu eina veltu niðanfyri húsini, eg var lítil smádrongur og hjálpti pápa at saksa, og tað stendur so klárt fyri mær, tá ið mamma opnaði vindeyga og rópti til okkara, at Næraberg var sokkin. Eg dugi ikki at siga tær, nær tað hevur verið, men tað var so í øllum førum undir krígnum.
Pápi var ikki lærdur, men sigldi kortini sum 2. bestimaður viðhvørt, var til dømis við trolarunum Barmi og Vitanum í Fuglafirði, tað minnist eg týðiliga. Um vetrarnar, tá ið hann ikki var burtur, róði hann út, og tá eg varð so mikið frægur, plagdi eg at vera við.
Mamma nevndist Elsebeth Johansen (Hansen áður) og var bóndadóttir úr Jákupsstovu í Norðragøtu.
Vit gingu annanhvønn dag í skúla, Martin Poulsen var lærari. Hann var annanhvønn dag úti í Oyri og annanhvønn norðuri í Ánunum. Og rímiligt, tá man ikki var í skúla, so spældi man, og tað var fyri tað mesta niðri í fjøruni. Og tað var ikki ein steinur, sum man ikki hevði vent upp til fleiri ferðir at leita eftir krabbum og tílíkum.
Pápi átti maskinbát saman við Herluf í Ánunum, og tá ið hann róði út, mátti man altíð vera við at rekja línu, skilja fliður og at bróta goggur. Tá ið hann kom aftur, plagdi hann at loypa fliður, áðrenn hann hann fekk sær ein blund, og so at skilja fliður, og eg minnist, at mamma plagdi at hjálpa til at rekja línu. Alt var gjørt, at teir kundu sleppa avstaðaftur til útróðrar. Teir nýttu línutrog og settu við hond. Seinni fingu pápi og Herluf sær motorbát, hann kallaðist fyri Flóðin.
Har norðuri dámdi mær óføra væl, og tó at vit nú hava búð her inni í 30 ár, so hevði eg einki havt ímóti at farið norður aftur at búð. Har var gott at vera, men sambandið kann ikki samanlíknast við tað í dag, tá gingu vit inn til Klaksvíkar. Eg minnist, tá ið teir gjørdu veg millum Klaksvík og Ánir, at steðgur kom í, tá teir nærkaðust húsunum hjá okkum, tí har var ein so grúiliga stórur steinur, og hann skuldi vera íbygdur. Eingin vildi skjóta hann, men so mátti tað loksins blíva til tað, og har hendi so einki óvanligt.
Vit vóru ikki so nógv børn, men undir krígnum kom nógv flóttafólk norður, og tá var so óført, tá vóru so nógv børn at spæla við. Hvørt hús var fult av fólki í Ánunum, og í húsunum hjá okkum vóru tríggjar familjur, so tað var trongligt, men alt bar til. At ganga inn til Klaksvíkar vurderaði man einki. Mamma plagdi at rópa, tá ið okkurt manglaði, og so avstað, tað var eingin trupulleiki, tað var ein løta at renna inn á Stengurnar og norðuraftur. Súkkla var eingin.
Til skips
Eg fór til skips á Eysturlandið í 1950 við Saltnesi, sum Tummas Fagranes úti á Skálafjørðinum átti, og Ole í Fugloy førdi. Um heystið fór skipið niður til Onglands at skifta motor, men hol kom á skipið, og tað sakk í fínasta veðri. Túrurin undir Íslandi var einki serligur, vit vóru burtur í 10 vikur og fingu 200 skippund. Javnaldrarnir hjá mær fóru allir til skips, og eg hevði hug at fara, og hóast nógvar útróðrartúrar við pápa so var eg ringur av sjóverki. Eg gloymi aldrin, tá ið vit komu norður um Kallin, og sjaskveður var, hvussu hjartaliga eg ynskti mær at vera við hús aftur, men har var einki at gera, haldast mátti á. Vanliga hugsanin tá í tíðini var, at fór man ikki til skips, so var man ikki maður.
Árið eftir fór eg til Grønlands við einum skipi, sum æt Vælfarið. Otto Jacobsen í Vestmanna átti tað, og Líggjas í Fugloy var skipari. Vit fóru til Grønlands við línu, og eg minnist ikki betri, enn at tað var í august mánaði, at vit brutu motorin, krumtapsaksilin brotnaði, so har var einki at gera. Veitst tú, vit fingu ongar eykalutir, og skipið varð svínabundið norðuri í Godthåb, og vit komu so suður aftur í Føroyingahavnina, og vit búðu so har og máttu bíða, til skipini fóru heim. Og rímiligt tað bleiv nakað drúgt, men eg kom kortini væl fyri hesa tíðina. Trúboðarin Bech og konan stóðu fyri sjómansheiminum, og tey vóru so óalmindiliga góð við meg, og eg var líkasum ein húskallur og hjálpti teimum. Og rímiligt so ferðaðist eg umborð á skipini og fekk tíðina at ganga upp á tann máta.
Vit komu heim við ymsum skipum, einir tveir við hvørjum, og eg kom heim við Polo, og tað var seinasta ferðin, at hon rundaði Kappan. Tað var nokkso stuttligt at sigla heim við Polo, tí vit sigldu við seglum, høvdu breiðfokkuna fyri, og tá ið byrurin var góður, var motorurin steðgaður, og tað var so hugnaligt at hoyra grenjið í rigninginum og hetta her, meðan vit sigldu. Men tá lovaði eg mær sjálvum, at hetta skuldi ikki verða mítt lív.Vit høvdu 14 samdøgur heim.
Á sjómansháskúla í Svendborg
Vit koma so heim, og eg fari til Fischer Heinesen og spurdi, um hann kundi hjálpa mær at sleppa niður á sjómansháskúla í Svendborg. Jú, tað var gaman í. Hann skrivaði so niður fyri meg, og eg fekk boð aftur, at eg skuldi møta á sjómansháskúlanum 1. februar, ella var tað 1. mars 1953. Eg fór so niður við nýggja Tjaldrinum, og tað er ikki langt frá, at tað var fyrsti túrurin, sum tað gjørdi úr Føroyum til Danmarkar.
Á sjómansháskúlanum lærdu vit alt vanligt skipsarbeiði: at spleysa, knýta knútar, seyma segl, ja, eg seymaði mær mín egna klæðsekk, sum eg havi enn. Vit lærdu sjóreglur, eitt sindur av navigatíon, teknaðu krákuføtur, og niðri í havnini høvdu vit eina skonnart, sum hevði tríggjar ráir og øll seglini. Har umborð vóru vit heilar dagar og arbeiddu segl og vóru úti á ráunum. Tað var ein góð tí, og eg var ógvuliga glaður fyri skúlan. Har var einki, sum æt við disciplin, tað skal eg siga tær, man var settur upp á pláss, og tað var einki sum æt at vera úti eftir klokkan 10 á kvøldi.
Vit lærdu allan vanligan sjómansskap, og eg minnist einaferð seinni, at eg var bátsmaður við einum norskum farmaskipi og hevði verið uppi um náttina, at stýrimaðurin purraði meg út og bað meg koma at gera eina langspleysing, tí at gerdan var slitnað. Eg skuldi fáa ein heilan frídag afturfyri. At spleysa hevði eg ongar trupulleiki við, men eingin annar av manningini dugdi at gera eina tílíka langspleysing.
Út at sigla við Mærsk
Eg var so tíðina út á sjómansháskúlanum, og tá ið reiðaríini fóru at søkja eftir fólki, vóru vit føroyingar – vit vóru sjey á skúlanum – tiknir framum, tí danirnir kundu fara heim, meðan tað ikki var so lætt hjá okkum. Og so einaferð nú kemur fyristøðumaðurin og sigur, at ein hýra var at fáa við einum mærskbáti, einum nýbygningi, sum lá á Odense Stålskibsværft. Og rímiligt vit, sum ikki høvdu fingið hýru, rættu hondina upp, og eg fekk ta hýruna. Báturin var ikki heilt liðugur, men eg slapp at vera á skúlanum, til eg skuldi umborð. Skipið æt Sofía Mærsk, og minnist meg rætt, so var tað størsti tangabáturin, sum var, hann lastaði 20.000 tons.
Vit sigldu so frá Odense til Keypmannahavnar, lógu uttanfyri Landskrona og tóku onkra útgerð umborð og fóru so til London at lasta niður til Venezuela í Suðuramerika. Vit komu at sigla nokkso leingi í Suðuramerika og komu inn í nógvar havnir. Men so einaferð, nú komu boð um, at vit skuldu lasta í Venezuela til Singapore. Suez-veitin var stongd, tí har var so ófriðarligt, so at vit sigldu suður um Afrika, og vit høvdu 42 samdøgur í sjónum. Hetta var ein langur túrur, men vit vóru ongastaðni inni, maskinan var ongantíð frátikin.
Vit vóru so verandi har eysturi, sigldu til Filippinirnar, Japan, Sumatra og Borneo og aðrar oyggjar við. Fingu eina last út til Australia og Tasmania og New Zealand, og so fóru vit aftur til Panama-kanalina. Fyrstu tíðina sigldu vit við flúgvarabensini, men síðani var tað ráolja. Eg minnist ikki betri, enn at eg var burtur í 20 mánaðir út í eitt ta ferðina. Eg byrjaði sum deksdrongur, men mynstraði seinni sum jungmaður, og vit vóru fýra føroyingar við: Kjartan Klein var 1. stýrimaður, ein var úr Kollafirði, sum æt Fróði, og ein var úr Havnini, sum eisini æt Fróði.
Langt um leingi kemur fjarrit, at vit skuldu lasta til Ongland, Holland og Svøríki, og tá blivu allir hugaligir, tí vit høvdu verið so leingi burtur. Eg mynstraði av í Svøríki og fór til Keypmannahavnar, men so ólagaligt var tað, at Tjaldrið var akkurat farið. Eg búði so á sjómansheiminum Bethel, til Tjaldrið kom aftur, tá ið eg fór heim.
Gott var at koma heim, men ikki gingu meir enn 14 dagar, so fór eg avstað aftur, hesa ferðina við Heklu yvir til Bergen. Minnist tá ið eg kom í land, at eg leigaði ein hýruvogn yvir á forhýringskontórið og setti koyggjusekkin uttanfyri, meðan eg var inni, tað hevði man ikki kunna gjørt í dag. Eg spurdi um hýru, jú, ein bátur lá niðri í havnini, eg kundi sleppa við sum jungmaður. Eg segði nei, nú hevði eg siglingartíð nokk, at fekk eg ikki hýru sum letmatrósur, kundi tað vera harvið. – Jú, men ein annar bátur var, og har kundi eg fara við sum letmatrósur. Hesin líktist nakað Oyrnafjalli, ein av teimum gomlu kolfýrdu. Og eg fór so við ferjuni norður hagar, sum báturin lá.
Sjey dagar aftaná at vera komin umborð bleiv eg matrósur, og ein góðan mánað seinni mynstraði eg sum bátsmaður. Men tá ið eg hevði verið umborð í seks mánaðir, varð báturin lagdur, tí hann skuldi byggjast um at vera oljufýrdur. Reiðarin bað meg vælsignaðan fara umborð á ein annan bát hjá teimum, sum kom um eina lítla viku. Meðan eg bíðaði, at báturin skuldi koma, búði eg á hotell í Bergen og hevði tað sum ein greivi. Fór umborð og kom at sigla seks mánaðir við honum eisini, og sostatt kom eg at sigla eitt ár yviri í Norra. Um summarið sigldu við upp á Sibiriu at ferma timbur til Onglands og Hollands, og vit sigldu allan vegin innanskers norðureftir. Vit gjørdu nógvar túrar, og uppaftur til Norra høvdu vit vanliga kol ella koks, og soleiðis gekk summarið. Um veturin sigldu vit í Norðsjónum, og tá ið eg hevði verið seks mánaðir við hvørjum, kom eg heimaftur.
Petur fer við Karini K
Heimafturkomin frætti eg, at Karin K var um at vera liðugt bygd. Meðan eg var í Norra, hitti eg Alexander Sigurðsson í Haugesund, tá var hann skipari á Polo, og vit prátaðu saman niðri á bryggjuni. Men nú, eg komi heimaftur, var hann farin av Polo og skuldi føra Karin K. Eg fór so niðan til hansara og spurdi, um eg kundi sleppa við Karini K. – Jújú, sigur hann, men listin er bara so langur, so nógvir vilja sleppa við. – Bara eg sleppi við sum letmatrósur, sigi eg. Tað var so lítil munur á hýrunum, og ofta kundi ein letmatrósur koma upp á matrósahýru, við tað at hann var meira biðin til yvirtímar. Jú, so ein dag nú fái eg boð, og tað vóru góð boð, eg hevði fingið hýru við Karini K.
Skipið var bygt í Hamburg, og vit fóru so niður at sigla skipið heim, men vit løgdu at í Fredrikshavn eftir Evaldi Kjølbro, hann skuldi heim við. Vit komu til Føroya tíðliga ein góðan morgun, men Evald skipaði fyri, at vit skuldu ikki koma á Klaksvík fyrr enn eitt sindur út á fyrrapartin. Vit hivaðu øll fløggini upp og alt hetta her og komu inn á Klaksvík um 10-tíðina ein góðan morgun. Øgiliga pent veður, og keiin var full av fólki, so tað var nokkso stuttligt at koma. Eg minnist, at eg stóð við kastilínuni, og hon mátti bara kastast niðurfyri, tað var eingin hugsingur um at kasta hana upp á land, tí har var so nógv fólk, og kúlan kundi lættliga koma í høvdið á onkrum. Keifútin hevði ein haka at krøkja línuna upp við.
Hetta her var í 1957, og eg var siglandi við skipinum til 1959, tá ið eg eg fór upp á skúla.
Vit komu rættiliga víða um við Karini K, men um summarið vóru vit altíð í Grønlandi við útróðrarmonnum og bátum. Førdi teir yvir og ofta heimaftur, og eg havi mangan hugsað, hvussu væl hesir túrar hepnaðust. Veit bara um eina ferð, at ein bátur fekk skaða. Hann stóð har afturi í bakborð, fekk ein sjógv, og stevnið klovnaði. Men tað fingu teir gjørt aftur, tað var faktisk tað einasta, sum hendi við bátinum.
Einir 120 útróðrarmenn plagdu at koma við, og teir húsaðust á millumdekkinum. Har vóru koyggjur smíðaðar, og har skaffaðu teir eisini. Kokkurin kókaði mat, sum varð borin fram til teirra.
Karin K lastaði 1000 tons og hon hevði 1000 hestakreftir, og í góðum veðri helt hon væl 10 míl.
Aðrar mátar sigldu vit nógv upp á Miðalhavið, saltfisk niður og salt av Ibiza uppaftur, og høvdu vit ikki salt upp til Føroya, so til Íslands, har vóru vit fleiri túrar. Í 1958 førdu vit eina last av klippfiski niður til Brasilia, og tað vóru 23 samdøgur at sigla. Vit vóru í Rio De Janero og Santos, og so fóru vit longur suður, til eitt pláss, sum eitur Bahia, at lasta timbur upp til Frankaríki, og so tóku vit salt upp aftur henda vegin, minnist meg rætt.




