(Finalan um Løgmanssteypið) Víkinga viðhaldsmaðurin Petur Asbjørn Lervig væntar, at tað verður ein spennandi dystur, men at tað verður ein fyrimunur fyri Víking, at liðið er vant við at spæla undir hesum kørmunum.
Hvussu verður dysturin og hvat endar hann?
Vænti ein javnan og tættan dyst, har bæði liðini fara at gera sítt besta at vinna. Kanska til tíðir ein hart leiktan dyst, so eg vóni at Alex Troleis fer at duga at leiga okkum væl ígjøgnum dystin og ikki fer at taka skeivar avgerðir, sum koma at seta ein keðiligan dám á dystin. Um Víkingur klárar at ríða stormin av sær, ja so vinna vit. Vit hava meira royndir av at spæla hesar “stór” dystir og vita, hvat skal til, tískil vóni og vænti eg, at vit klára betur at spæla undir pressinum, sum kemur uttanífrá. Men eg vantið ongan lættan sigur, her skal hart arbeið til, tí KÍ hevur eitt sera gott lið í ár og tað hava teir eisini prógvað í landskappingini.Eg tippi onki úrslit uttan at Víkingur vinnur fyri fimtu ferð á rað.
Hann svarar fleiri spurningum í Norðlýsinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum.




