Petur Mohr var venjari hjá NSÍ tá teir í 1987 oyðiløgdu FM vónirnar hjá GÌ
– Tað verður nógv tosað um dystin í Runavík í 1987 tá vit syrgdu fyri at meistarheitið endaði á Tvøroyri og ikki í Gøtu, sigur Petur Mohr sum í dag er venjari hjá GÍ
NSÍ liggur í løtuni til at vinn FM heitið men um tvær vikur skulu runavíkingar til Gøtu at spæla, og tað gleða teir teir gulu og bláðu seg til.
– Tað verður nógv tosað um dystin í Runavík í 1987 tá øll bygdafólkini í Gøtu møttu upp fyri at síggja GÍ gerast meistara.
– Ístaðin mátti steypið flytast við tyrlu til Tvøroyri og hetta hava tey ikki gloymt í Gøtu.
– Slíkt er bert við til at gera kappingina enn meira spennandi, og hóast eg sjálvandi hava NSÍ sera nær hjartanum so fara vit sjálvandi at gera alt fyri at steðga runavíkingum tá teir koma til gøtu
Sunnudagin kemur B71 til gøtu at spæla men næsta sunnudag skal NSÌ steðgast verður sagt úr Gøtu.




