Sum formaður í Brúkarasamtakinum í fleiri ár havi eitt sera gott innlit í brúkaraviðurskifti.
Á tingi vil eg arbeiða fyri, at sett verður á stovn eitt brúkaraumboð, ið skal savnað saman allar brúkaraverndarlógir, gera yvirlit yvir tær lógir, ið skulu yvirtakast, umframt yvirlit yvir manglandi lógir og manglandi dagføringar.
Alt økið verður lagt undir Innlendismálaráðið, sum tó letur Brúkaraumboðnum myndugleikan á økinum at umsita. Eingin stjóri á øðrum óviðkomandi stovni skal vera yvir Brúkaraumboðnum.
Tvær lógir mangla serliga. Tað eru Lóg um marknaðarføring og Lóg um kærunevnd.
Marknaðarføringslógin setur leiðreglur fyri, hvussu fyritøkur kunnu marknaðarføra sínar vørur ella tænastur yvir fyri brúkaranum.
Kærunevndin kann skjótt og bindandi taka sær av ósemjum millum brúkara og vinnurekandi.
Fyri tykkum, ið brenna fyri brúkaramálum, er púra greitt, at omanfyri standandi einans er ein evarska lítil partur av heildini. Tó er hetta tað mest grundleggjandi av tí, ið vit mangla.
Við at veita mær tín stuðul tann 19. januar, kann eg veita tær trygd fyri, at tíni rættindi sum brúkari verða vird og hoyrd.
Vel tí tíni rættindi, vel Petur í Gong!
Við ynskjum um eitt gott val fyri alt Føroya fólk.
Petur í Gong,
www.tjodveldi.fo/petur




