Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Martin Hansen formaður í Norðoya Javnaðarfelag

Oliver Joensen

Nevndin í Norðoya Javnaðarfelag hevur skipa seg við Petur Martin Hansen, sum formanni, Ernu Thorleifsdóttir, næstformaður,  Dora Joensen, skrivari, Kaj Boetius, nevndarlimur, Terja Ósá, nevndarlimur, John D. Olsen, kassameistari, Eyðgunn Samuelsen og Vilhelm Johannesen eru varalimir.

Fundurin í gjárkvøldið var í hølunum á Norðlýsinum. Við á víðkaða nevndarfundinum vóru teir báðir Aksel Johannesen og Johnleif Johannesen sum umboð fyri floksleiðsluna. Petur Martin Hansen, formaður sigur, at tosað var um komandi løgtingsvalið.