Tað hevur rættuligt kjak tikið seg upp um leiklutin hjá dómaraeygleiðaranum, sum skulu verða til fótbóltsdystir, her á portalinum hjá Norðlýsinum.
Memus, sum var dómaraeygleiðari til dystin millum KÍ og B68, sigur at tá hann hevur verið og tosað við dómaran eftir dystin, er uppgávan hjá honum sum eygleiðara liðug.
At hann beint uttan fyri dómararúmi sigur sína hugsa við toftamenn um teirra spæl, hevur hann allan rætt til sum privatpersónur, og tí sær Nemus einki forgjørt í hesum.
Petur Mohr svarar
Á kjaktorginum í morgun, tekur venjarin hjá B68, Petur Mohr, til orðana.
– Tað sum kanska eisini fekk meg argan, var at eygleiðarin ikki virkaði so væl fyri, hetta eru nokk nógvir í sóu mannin einigir í. Hann kundi saktans spælt ludo, men ikki so gott verða ein partur av tí sum skal ganga fyri seg á einum fótbóltsvølli, sigur Petur Mohr sum sipar til viðmerking frá Nemus, sum heitti á B68 venjaran um heldur at spæla Luto um hann ikki toldi kritikk.




